Sjeyndi hvør kristin verður atsøktur

Hægta talið, sum nakrantíð er skrásett, “Kina effektin”, meira harðskapur og góð tíðindi úr Persaraflógvanum. World Watch List 2023 er nú almennur.

World Watch List er mest umfatandi og fullfíggjaða kanning av sínum slag. Í ár eru 30 ár liðin, síðani fyrsti World Watch List var gjørdur. Listin er eitt yvirlit yvir londini, har hóttanin móti teimum kristnu er størst. Her er nakað av tí, sum listin vísir:

Norðurkorea er ovast á listanum við hægsta meti nakrantíð

Norðurkorea hevur verið ovast á listanum øll árini síðani 2002, tó undantikið í fjør, tá ið Afganistan var ovast, eftir at Taliban kom til valdið. Hetta førdi til nógvar ræðuleikar fyri tey kristnu í landinum.

Talið 98, sum er hægsta talið, sum nakað land nakrantíð hevur fingið vísir júst, hvussu vandamikil støðan hjá teimum kristnu í Norðurkorea er. Alt fleiri kristin verða handtikin og húsmeinigheitir verða avdúkaðar og stongdar.

Atsóknin í Kina veksur

Í Kina verður talgilda eftirlitið alt meira hert. Hetta hevur fleiri atsóknir og størri hóttan við sær. Í mars 2022 vórðu nýggjar reglur settar í verk, sum góvu myndugleikunum heimild til hert eftirlit og at kunna geva skeivar upplýsingar, fyri at hava størri tamarhald á átrúnaðarligum bólkum.

LES EISINI  Farsóttin setur forfylgd kristin í enn størri vanda

Samanrenningin í Kina millum einræðishugsan, tjóðskaparkenslu og tøkni hevur eisini spreitt seg til onnur lond, m.a. India, Turkaland og Russland. Tey, sum ikki stuðla stjórnaflokkinum, kunnu verða skírd ófriðakroppar og enntá yvirgangsfólk. Hesi verða ofta ákærd og dømd undir følskum skuldsetingum.

Kina er, í samráð við onnur lond, við til at broyta mannarættindi. So ymisk lond sum Sri Lanka, Burma og Malaisia fylgja somu harðrendu kós sum Kina og lond Í Miðasia sum Tadsjikistan, Turkmenistan, Usbekistan og Kasakstan gera tað sama.

Harðskapurin ímóti teimum kristnu veksur

Í londunum sunnanfyri Sahara veksur harðskapurin ímóti teimum kristnu. Heil lond eru í vanda fyri at geva eftir fyri harðskapi. Endamálið hjá jihadistum er at gera Afrika til heimsins fyrsta muslimska heimspart, og hetta hevur stórar avleiðingar fyri kirkjuna.

Í ár er Nigeria nr. 6 á listanum, og so ovaliga hevur landið ongantíð verið áður. Kristin í Norðurnigeria verða álopin og nú hevur harðskapurin eisini spreitt seg til Suðurnigeria. Boko Haram, stríðshugað Fulani fólk og onnur uppreistrarfólk hava framt atsóknir ímóti kristnum, har fólk eru myrd, løstaði, burturflutt og neyðtikin umframt at hús og kirkjur eru niðurbrendar.

LES EISINI  Prestur og 16 kirkjulimir rænd í Nigeria

Framgongd at hóma í londunum við Persaraflógvan

Í fleri londum við Persaraflógvan er tolsemið vaksið. Myndugleikarnir í londunum hava roynt at gjørt umstøður fyri størri trúarfrælsi innan karmarnar, sum Islam setir.

Haturstala ímóti kristnum úr minnilutabólk verður sjálvdan góðtikin í londum sum Barain, Sameindu Emiríkunum og Egyptalandi. Tó eru víðgongd sjónarmið framhaldandi ein partur av hesum samfeløgum, og muslimar, sum eru umvendir til kristindóm merkja atsókn.

Sjeyndi hvør kristin verður atsøktur vegna sína trúgv

Niðurstøðan í frágreiðingini er, at meira enn 360 milliónir kristin eru undir stórum ella sera stórum atsóknum. Hetta svarar til, at sjeyndi hvør kristin verður atsøktur fyri at trúgva á Jesus.

World Watch List er nógv meira enn ein listi, sum vísir hvar tað er vandamiklast at vera kristin. Talan er um menniskju. Okkara brøður og systrar. Ein og hvør kristin eigur at kenna, hvat tað kostar at fylgja Jesusi eftir.  

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina