Sjokulátukristin, sum broyttu Ongland

Tá tú í hesi sælu jólatíð fært tær eitt frálíkt sjokulátustykki, er tað ivaleyst rætta løtan at kanna ein av heilt stóru ensku sjokolátuframleiðarunum. Søgan um Cadbury er nevniliga eisini søgan um eina kristna familju, sum knýtti gerð uppí trúgv teirra og vóru við í at broyta Ongland.

Skrivað: Carsten Fonsdal Mikkelsen
Umsett: Gunnar Reynslág

John Cadbury

Tað var í 1831 at John Cadbury leigaði eitt virki stutt frá handli sínum, sum seldi te-, kaffi- og sjokulátuvørur. Hann var sjálvur úr ríkari kvekarafamilju. Sum kvekari var tað ímóti trúgv hansara at fáa eina hægri útbúgving, og hann kundi heldur ikki fara í herin. Loysnin bleiv, sum hjá so mongum kvekarafamiljum, at gerast sjálvstøðugt vinnurekandi.

John hevði um hetta mundið longu í nøkur ár havt handil, ið seldi sjokulátudrykk, og hann var sannførdur um at sjokuláta kundi koma í staðin fyri alkoholiskar drykkir og á tann hátt eisini vera við til at hjálpa teimum mongu familjunum, sum stríddust við fátækt av ov nógvum drekkaríi. Sum hann segði: ”Maður, sum letur vera við at drekka alkohol, hevur ráð til oksakjøt sunnudag”.

Tað var sostatt við miklu hugsjónini um at broyta viðurskiftini hjá nøkrum av fátækastu familjunum, at John Cadbury rak virksemi sítt. Hetta var annars júst undir ídnaðarligu kollveltingini í Onglandi. Tað var ein tíð, tá virki misnýttu arbeiðsfólk sítt, og mangir teirra doyðu ungir. Men John Cadbury fekk ikki henda háttin at reka handil at samsvara við tað, hann las í bíbliuni.

Kristiligt
handilsgrundarlag 

Hann var ikki einsamallur um at hugsa soleiðis. John Cadbury var ein av trimum kvekarum, sum høvdu sjokulátuvirki við støði í Mika 6, 8 ”Hvat krevur hann av tær annað enn at gera tað, sum rætt er, at stunda á kærleika og í lítillæti fylgja tínum Gudi? 

Hinir báðir navnframu kvekara-kristnu sjokulátukongarnir vóru Joseph Fry ( 1728 – 1787) og Joseph Rowntree ( 1836 – 1925) Sjokulátuvirkið hjá Rowntree hevur ivaleyst havt størstu ávirkanina á føroysku jólini. Tað var júst Rowntree, sum 11 ár aftaná deyða stovnarans byrjaði at framleiða Quality Street. Tí hildu teir á við, til framleiðslan varð keypt av Nestlé í 1988.

LES EISINI  Videoadventskransurin: Shalom, friður á jørð

Undir loysnarorðinum ”Spiritual and Solvent” hendi ein púra ókend menning á og kring Cadbury virkið. Starvsfólkið fekk góða viðferð. Tey fingu rímuliga løn, og serstakliga vórðu tey ungu stuðlað til at fara á kvøldskúla. Kristnu hugsjónirnar fingu eisini ávirkan á framleiðsluna. Í 1846 fekk John samlag við beiggjan Benjamin, sum eisini kom uppí fyritøkuna. Báðir droymdu um at skapa ein heilt nýggjan bý, har starvsfólkið kundi liva trygt burtur frá fátækrabýlingunum í Birmingham. Brøðurnir báðir upplivdu ongantíð henda ómetaliga dýra dreym, men meðan virkið vaks, og starvsfólkið treivst, fossaði peningur inn á bankabók teirra. Á tann hátt royndu teir at liva upp til loysnarorð teirra. Teir arbeiddu ”Spiritual”, t.v.s eftir bíbilskum grundreglum, og teir tryggjaðu sær, at teir vóru solventir og greiddu ikki einans tað, teir skyldaðu. Teir kundu eisini leggja pening til viks við dreyminum í huga um at kunna hjálpa øðrum.

Dreymur gerst veruleiki 

Í 1850 kemur sonurin Richard eisini inn í fyritøkuna og síðani eisini hin bróðirin George, ið annars hevði tikið yvir gamla handilin. Í 1861 tóku Richard og George yvir alt Cadbury, og samstundis tóku teir eisini yvir hugsjónina um ein heilt nýggjan bý, har starvsfólkini kundu fáa bestu kor. Sum fráleið gjørdist gamla fyritøkan ov lítil og nýtt mátti byggjast. Tað hendi á eini ong 4 míl uttanfyri Birmingham, tætt við eina á nevnd Bourn. Tá so fronsk sjokuláta tá á døgum varð mett sum tann besta í heiminum, fekk økið franskt ljóðandi navnið Bournville.

Bæði virkið og býurin, ið varð har, hevði nakrar framúr hentleikar. Á virkinum var køkur at verma matin og serstakar garðar til kvinnur og menn. Upphitað skiftirúm vóru, og enntá svimjihyljar til kvinnur og menn. Øll ungu starvsfólkini vórðu eggjað til at læra seg at svimja og túrar vórðu skipaðir út á landið og summarlegur fyri ungar dreingir. Mangt av hesum var púra ókent í victorianskari tíð. Sjálvt við nútíðar eygum mugu vit siga, at tað eru ikki nógvar fyritøkur, ið bjóða starvsfólki sínum so góð kor.

Ikki minst var tað George Cadbury, sum setti í gongd øll hesi nýggju átøkini. Hann rindaði sjálvur jørðina, býurin varð bygdur á, og tað var eisini úr egnum lumma, hann skipaði pensjónsskipan fyri starvsfólkið

Cadbury og aðrar tílíkar fyritøkur gjørdust fyrimyndir hjá øðrum virkiseigarum, sum byrjaðu at fremja nøkur av somu hugskotunum.

Sosialt virkisfýsni 

Tað var ikki einans á virkinum Cadbury-familjan lat trúnna stýra gerðum teirra. John Cadbury var sum heild kendur sum ein sosialur aktivistur, ið eisini stríddist móti ringari viðferð a dýrum og misnýtslu av børnum sum arbeiðsmegi.

Báðir heimsbardagarnir góvu tó familjuni nógvar avbjóðingar. Kvekarar noktaðu herskyldu, og trúðu fult og fast, at krígsførsla er ikki sambæriligt við Guds orð. Teir hildu fast um at brúka orðið sum vápn og finna friðarligar loysnir. Við einum undantaki noktaði Cadbury-familjan tí at taka lut í vápnaðum kríggi.

Men teir funnu saman við øðrum kvekarum ein útveg bæði at sýna seg sum fostur-landsvinir og tó sleppa undan at bera vápn. Í staðin fóru teir út á vígvøllin við sjúkrabilatænastuni hjá kvekarunum. Hesir bilar vórðu skjótt kendir sum sjokulátusjúkrabilarnir.

Sjokulátusjúkrabil

Núlivandi ættarliðið av Cadbury-familjuni hevur ikki heilt slept hvørki sjokulátuni ella teirra vælgerandi røtrum. Meðan Kraft tók yvir Cadbury-merkið í 2010, er familjan framvegis í gongd við at fremja Jesu orð í verki. Beinleiðis eftirkomarar hjá abbabarni John Cadburys, Barrow Cadbury eru í meiriluta í grunninum Barrow Cadbury Trust. Tað er ein grunnur, ið arbeiðir við eini røð av spurningum viðvíkjandi ójavna milum kyn og viðvíkjandi rasismu. Og James Cadbury – oldur abbabarn hjá John Cadbury – er sjálvur komin inn í sjokulátu vinnugreinina við fyritøkuni Love Cocoa, ið ger enskt framleiddu Fair Trade sjokulátuna. 10 % av yvirskotinum fer til vælgerandi endamál.

Cadbury sjokulátan er sum nevnt yvirtikin av fleitjóða fyritøkuni Kraft og verður ikki longur rikin á andaligum grundarlagi. Men tað er framvegis ikki møguligt at keypa alkohol í Bournville. So seint sum í januar 2019 tapti stóri sjálvtøkuhandilin eina rættarsøk, teir høvdu reist fyri at fáa alkoholloyvi.

Umhugsan 

Cadbury varð bæði stovnað og rikið í trúgv á Gud. Hóast tað skjótt eru 200 ár síðani John Cadbury lat upp lítla handilin í Birmingham, kunnu kristin læra mangt og mikið av honum og eftirkomarum hansara.

Í bíbliuni skrivar Jákup í kap. 2, 18: …sýn mær trúgv tína uttan gerningar, og eg skal sýna tær trúnna av gerningum mínum! Tað var júst tað Cadbury og hinar sjokulátakristni familjurnar gjørdu: Tær sýndu trúgv sína við gerningum teirra, og harvið eydnaðist teimum at broyta land sítt á friðarligan hátt. Meðan Frakland leið undir einum blóðigum sosialum uppreistri, varð Ongland borið ígjøgnum av eini røð av kristnum familjum, sum sýndu trúgv sína í verki. Mátti Gud givið okkum náði til at fylgja fyridømi teirra.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina