Sjómanskvinnuringarnir savnast í Nesvík

Í kvøld og týskvøldið savnast sjómanskvinnuringarnir í Nesvík. Og í morgun stákast menninir við at gera klárt til í kvøld.

Borðini eru sett upp og vaskaði, stólarnir eru settir uppá pláss og nú verður seinasta hond løgd á fyrireikingarnar.

Í kvøld eru tað ringarnir úr Streymoynni og Vágum, sum savnast kl. 19.30. Jákup Jacobsen talar, Tormóð Nesá greiðir frá og Bjarta Berthelsen syngur.

Týskvøldið koma ringarnir úr Norðoyggjum og Eysturoynni til Nesvíkar. Tá talar Ólavur Jacobsen og kvinnukór av Argjum syngur.

Eisini verður góður drekkamunnur at fáa.

LES EISINI  Missiónshúsið Karmel á Eiði 85 ár: Sjómansmøti og føðingardagur leygarkvøldið
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina