Sjómanskvinnuringurin 60 ár

Í dag, 13. januar 2019, verður sjómanskvinnuringurin í KFUM&K í Klaksvík 60 ár.

Hetta verður hátíðarhildið kl. 18.00 í kvøld í KFUM&K. Á skránni verður felags -og solosangur, søgulig frágreiðing í orðum og myndum, andakt, heilsanir og endi. Aftaná verður ein góður drekkamunnur. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Tað var 13. januar í 1959, at átta kvinnur komu saman í heiminum hjá táverandi trúboðaranum hjá Heimamissiónini, John Munch, fyri at byrja ein sjómanskvinnuring.

Suffía (Fía) Lassen varð vald til fyribils forkvinnu, men var  tó forkvinna í mong ár. Endamálið við ringinum var at savna kvinnur, sum kundu stuðla arbeiðinum hjá Føroysku Sjómansmissiónini bæði andliga og handaliga. Andliga við forbøn og handaliga við at savna pening til arbeiðið og at gera jólapakkar til sjófólkið.

Ringurin samlaðist fyrsta mánakvøld í mánaðunum frá september til mai. Á skránni var sangur, bøn, andakt, drekka og hugni, upplestur og annað. Tiltøk vóru millum annað gjørd til frama fyri sjómansheimið Lívd í Føroyingahavnini og til at byggja Runavíkar sjómansheimi.

LES EISINI  Prát við Bethuel, áðrenn nýggi Klakkur fór sín fyrsta túr

Ringurin hevur ment seg gjøgnum árini, og umleið 30 kvinnur eru nú í ringinum. Uppgávurnar eru stórt sæð tær somu, hóast umstøðurnar eru nógv broyttar, og innihaldið á kvøldunum er væl meiri fjølbreitt nú enn fyrr. Viðhvørt bjóðar ringurin øðrum ringum at vitja og so vitja tær viðhvørt aðrar ringar. Kvinnur úr ringinum hava verið trúfastar á Landsstevnuni, sum síðstu mongu árini hevur verið í Leguhúsinum í Nesvík fyrst í mai.

Ringurin samlast trúfast fyrsta mánakvøld í hvørjum mánaði frá september til mai, har allar kvinnur eru hjartaliga vælkomnar.

Forkvinnur hesi 60 árini hava verið: Fía Lassen, Karolina Jacobsen, Jóhanna Christiansen, Ása Heinesen og Johild Johannesen.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina