Sjómanskvinnuringurin hevði vitjan
Týskvøldið, 13. apríl, klokkan 19.30, tá sjómanskvinnuringurin á Toftum savnaðist í missiónshúsinum Tabor, var undirtøkan góð, og miðalaldurin væl yngri enn vanligt. Undirtøkan er vanliga rímiliga góð, men miðalaldurin høgur, og tí var tað hugaligt fyri tær eldru at fáa vitjan av yngri kvinnum.
Søgan er tann, at í Tabor er ein gentubíbliubólkur, sum kallar seg Joy. Tær eru 11 gentur frá 14 árum og til umleið 25 ár; og so er onkrur eldri eisini við. Tær savnast vanliga privat, men hetta kvøldið høvdu tær gjørt av at vitja sjómanskvinnuringin.
-Tað var eitt gott, hugnaligt og gevandi kvøld, har ymiskir aldursbólkar hittust sum ein partur av meinigheitini, og tað hava øll tørv á.- Tað sigur Judith Johannessen, ein av leiðarunum fyri gentubólkin.
-Byrjað varð við sangi og bøn. Síðani søgdu kvinnur úr ringinum frá, hvussu ringurin byrjaði, hvat tær gjørdu, søgdu søgur um jólapakkar og annað. Eisini var onkur frágreiðing frá Føroyingahavnini, áðrenn drekka var á skránni. Aftaná drekkað varð endað við andakt, bøn og sangi,- sigur hon.
-Vit ungu upplivdu, at eldru kvinnurnar vóru fegnar fyri vitjanina, tí sangurin fylti meiri, miðalaldurin fór nógv niður, og tær eldru sluppu at vera yngri eina løtu. Tær bjóðaðu okkum fleiri ferðir at vera hjartaliga vælafturkomnar,- sigur Judith.
Nakrar myndir vórðu tiknar frá kvøldinum.