Sjómanskvinnuringurin í Porkeri 70 ár
Týskvøldið í síðstu viku var undirritaði boðin við til hugnaliga samveru í missiónshúsinum í Porkeri. Høvið var, at tað í ár eru 70 ár síðani, at sjómanskvinnuringurin í bygdini sá dagsins ljós. Rundi dagurin var 24. februar í ár, men av ymsum orsøkum varð einki gjørt burtur úr tá. Hetta kvøldið, dagurin skuldi haldast, varð formaðurin í missiónshúsinum í Porkeri, Henning Stenberg, eisini boðin við.
Byrjað varð við felagssangi og bøn, og síðani var farið til borðs. Til høvið var leskiligt smyrjibreyð bílagt uttanífrá, meðan kvinnurnar sjálvar høvdu køku við.
Undir borðhaldinum varð lisið úr fyrstu gerðabókini. Har varð sagt frá, at 24. februar 1954 kallaði Petur Johannesen, fyristøðumaður á sjómansheiminum í Havn, til fundar í missiónshúsinum í Porkeri. Á skránni var stovnan av sjómanskvinnuringi í bygdini. Hesum var undirtøka fyri, og sum gerðabókin sigur, so varð “frú Maria Mortensen vald til forkvinnu og frú Maria Joensen til kassameistara”.
Síðani gekk prátið lystiliga um stóra arbeiðið, ringurin hevur gjørt ígjøgnum árini. Umframt siðbundna arbeiðið hevur ringurin eisini stuðlað peningaliga bæði í tí staðbundna og á landsplani. Onkrar søgur vóru sagdar um, tá ið farið var runt at selja lutaseðlar, m.a. einaferð selt varð fyri missiónshúsið í Porkeri. Upp á fyrispurningin um hann vildi keypa lutaseðil, svaraði ein tvøramaður, “at kann tað hjálpa porkeningum inn í himmalin, so skal eg fegin stuðla”!
Ein søga varð eisini lisin, og tá komu stokkarnir fram. Síðani hevði Henning Stenberg eina heilsan úr skriftini og eina takkarkvøðu til ringin fyri teirra stóra arbeiði. Bæði tá ið tað snýr seg um tað, tær gera í missiónshúsinum og ikki minst fyri okkara sjófólk. Hann hevur sjálvur verið sjómaður alt sítt arbeiðslív og dugdi so væl at siga frá, hvussu tað var at fáa jólapakka umborð, tá ið mann ikki var heima á jólum.
Sjómanskvinnuringinum í Porkeri verður ynskt hjartaliga til lukku við runda degnum! Vónandi verða tað nógv ár afturat!
Ein hjartans tøkk og Harrans signing yvir tænastuna verður ynskt tykkum í Porkeri og øllum ringunum runt í landi okkara.
Skrivað hevur Jógvan Højgaard, trúboðari
Trýst á myndirnar og tær gerast størrri.