Sjómansmisiónin: 100 ár í Íslandi
Fylg við kl 20:00, tá ið Trúboðin og Rás1 senda sendingina “100 ár í Íslandi”.
Í 1922 fór Absalon Joensen, prestur á Nesi, til Íslands, har nógvir føroyingar vóru og fiskaðu. Absalon Joensen vildi geva fiskimonnunum andaligan stuðul í teirra so mangan vandafulla yrki. Nú eru 100 ár liðin, og eitt lítið ferðalag fór tí til Íslands fyrst í oktober, fyri at hátíðarhalda missiónina. Tú kanst hyggja her, tá ið sjómanstrúboðarin, Torleif Johannesen, greiðir frá og vísir myndir frá teimum 100 árunum sjómansmissiónin hevur verið í íslandi. Jógvan Fríðriksson, biskupur, og Jonhard Joensen, formaður fyri stýrið fyri Ørkina, bera fram heilsu. Nøkur ung frá Fjellheim Bibelskole í Norge syngja.