Aftur til forsíðu

Sjómansmissiónin skal hava nýggjan formann

Mynd: Torleif Johannesen

Sjómansmissiónin skal hava nýggjan formann

Føroyska sjómansmissiónin er skipað sum partur av arbeiðnum hjá Kirkjuligu Heimamissiónini, og afturat aðalskrivara og sjómanstrúboðara verður arbeiðið leitt av einum landstoymi av sjálvbodnum. Seinastu árini hevur Gunnar K. Nattestad í Sandavági verið formaður fyri landstoymið, men hann hevur nú boðað frá, at hann leggur formanssessin frá sær um ársskiftið og fer úr landstoyminum eftir sjómanskvinnustevnuna fram móti sumri næsta ár.

Gunnar sigur, at arbeiðið í sjómansmissiónini hevur verið sera spennandi og gevandi, og at tað tí er við ikki sørt av sorgblídni, at hann hevur tikið hesa støðuna. Samstundis gleðist hann um, at sjómansmissiónin hevur ein so ágrýtnan og dugnaligan trúboðara í Torleifi Johannesen, og at landstoymið er so væl mannað.

Umframt Gunnar eru í landstoyminum Henry Christiansen í Leirvík, Óluva Foldbo í Havn, Sólrun Poulsen í Havn, Jákup Jakobsen á Toftum og Jóhanna Næs í Miðvági. Teirra uppgáva er sum nevnt at stuðla trúboðaranum og saman við honum at leggja arbeiðið til rættis og menna tað. Væntandi verður nýggjur formaður ella nýggj forkvinna vald/ur í næstum.

Viðmerkingar

Til ber at viðmerkja greinina við sakligum grundgevingum og sjónarmiðum. Ein góð minnisregla: Skriva ikki annað enn tað, sum tú kanst siga við ein persón andlit til andlits. Trúboðin loyvir sær at strika viðmerkingar, sum innihalda ljótan málburð, persónsálop ella haturstalu.

Undanfarna grein

Tað blíðkar fyri hugaðum monnum

Les grein

Tríggjar fyrrverandi skøkjur doyptar

Les grein
Næsta grein
A+