Sjómanstrúboðarin vitjar Ørkina um vikuskiftið

Sjómansheimið Ørkin í Reykjavík skipar fyri tveimum tiltøkum, nú Torleif Johannesen, sjómanstrúboðari, er komin úr Føroyum at vitja um vikuskiftið.

Í annaðkvøld, leygarkvøldið, er hugnaløta kl. 20:00 við Torleifi, og sunnudagin kl. 17:00 er møti, har Torleif talar.

Í sambandi við tiltøkini er sjálvandi eisini ein góður drekkamunnur, og øll eru hjartaliga vælkomin!

LES EISINI  Sabrina nýggjur leiðari á Ørkini
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina