Skipa fyri marknaðardegi til frama fyri ábótum í missiónshúsinum

Seinastu árini hevur Missións- og ungdómshúsið á Glyvrum skipað fyri marknaðardøgum, og so verður aftur leygardagin. Tiltakið verður leygardagin frá klokkan 17:00 til umleið 20:30 í Skótahúsinum við Løkin, sum hevur góð viðurskifti bæði inni og úti til eitt slíkt tiltak.

– Endamálið er at savna pening inn, men hugsanin er eisini, at tað skal vera eitt hugnaligt tiltak, har pláss er fyri fólki í øllum aldri, sigur Rósalind Olsen, forkvinna í stýrinum fyri missiónshúsið.

Vilja dagføra húsið

Rósalind sigur, at missiónshúsið er 45 ára gamalt og hevur tørv á at verða dagført. Nakrar ábøtur eru gjørdar, og tað hava inntøkurnar frá marknaðardegnum gjørt møguligt.

– Eitt nú var tað næstan ógjørligt at koma í húsið, um tú var illa gongdur og ikki um at tala um tú sat í koyristóli, tí tað vóru so nógvar trappur. Nú er lyfta komin millum báðar hæddirnar, og hóast alt ikki er gott enn, so hevur tað bøtt munandi um, greiðir Rósalind frá.

LES EISINI  Morgunkaffi á Glyvrum

Høvuðsdyrnar eru eisini skiftar og plattur stoyptur, so ein sleppur inn um gáttina við koyristóli. Harumframt er vesi gjørt til fólk við rørslutarni.

– Tað er ikki heilt gott enn, men tað verður arbeitt við at finna loysnir, sum kunnu brúkast, og tí skal nakað av peningi til hetta afturat. Fleiri vindeygu eru skift, og restin skal skiftast út. Og so skulu ljóðviðurskiftini eisini bøtast munandi í øðrum av stóru rúmunum, sum vit brúka nógv, nevnir Rósalind sum dømi um raðfestingar.

Fjølbroytt tiltak við góðum uppbakningi

Hesaferð verður roynt at hava marknaðardagin um kvøldið. Tað verður eydnuhjól, tombola og café, og tey fara eisini at selja fisk. Harumframt verður fiskibrunnur, svampakast og ballóndjór, serliga ætlað børnunum.

– Vit hava søkt fleiri virkir og handlar um at stuðla við vinningum, og nógv hava tikið sera væl undir, og tað eru vit ómetaliga takksom fyri. Eisini stuðla nógv privatfólk við lutum til alt tiltakið, eins og nógv hjálpa til, bæði áðrenn tiltakið, undir tiltakinum og aftaná. Uttan tey hevði tað als ikki borið til, sigur Rósalind.

LES EISINI  Sunnudagin 1. mars byrjar missiónsvikan á Glyvrum

Marknaðardagurin, sum Missións- og ungdómshúsið á Glyvrum skipar fyri, verður altso leygardagin 21. september frá klokkan 17:00 til umleið 20:30 í Skótahúsinum við Løkin í Runavík.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina