Skjótt fer Christmas Child aftur at savna skógvaeskjur inn – í ár fara tær til Moldova

September og oktober er tíðin, tá børn og vaksin spent leggja gávur niður í skógvaeskjur, sum átakið “Christmas Child” sendir til fátæk børn úti í heimi. Seinastu tíðina hava fyrireikararnir havt kaffifundir við kontaktfólk kring landið, so átakið kann eydnast so væl sum gjørligt.

“Heimsins størsta jólatiltak fyri børn”

“Operation Christmas Child” verður kallað heimsins størsta jólatiltak fyri børn, tí hvørt ár verða meira enn 11 milliónir skógvaeskjur latnar børnum í 130 londum. Tað er vælgerandi felagsskapurin “Samaritan’s Purse” (“pungurin hjá sámariubúgvanum”), sum síðani 1993 hevur skipað fyri tiltakinum.

Børnini fáa eskjurnar um jóltíðir. Har møguleiki er fyri tí, verður ein bóklingur við bíbliusøgum latin børnunum á teirra máli. Bóklingurin sigur teimum veruligu grundina til, at vit halda jól – at Gud gav ta bestu gávuna, son sín Jesus Kristus.

Sjálvboðin fólk og felagsskapir í USA og fleiri evropeiskum londum, eisini Føroyum, savna eskjurnar inn. Í Føroyum er tað ein nevnd við fýra kvinnum, sum leggur tiltakið til rættis, og tey hava so staðbundin umboðsfólk um landið. Vanliga hevur ein felags fyrireikingarfundur verið fyri alt landið, men í ár fóru fyrireikararnir heldur út til kaffifundir í hvørjum einstøkum øki, og av tí sama hevur uppmøtingin verið nógv betri.

LES EISINI  3.905 jólagávur úr Føroyum til Moldova

Talið á skógvaeskjum minkar

Í fjør lótu føroyingar 4.064 skógvaeskjur, sum vórðu send børnum í Rumenia. Takksemið um allar tær mongu gávurnar er stórt, men samstundis ásanna fyrireikararnir, at talið á skógvaeskjum úr Føroyum er minkað seinastu árini. Í fyrraárið var talið 4.373 skógvaeskjur. Christmas Child hevur tí seinastu tíðina arbeitt við, hvussu talið av gávum kann økjast aftur. Lissi Hansen úr Havn, sum er í føroysku nevndini, sigur, at fleiri góð hugskot komu fram á fundunum kring landið.

– Eitt nú hava vit tosað nógv um at fáa fleiri ung at geva skógvaeskjur. Tað er stuttligt hjá børnum at fylla eina skógvaeskju, men áhugin minkar ofta, sum børnini gerast hálvvaksin, og tað koma eisini væl færri gávur inn til tey størstu børnini enn til tann yngsta og mittasta aldursbólkin. Ung fólk hava sjálv víst á, at tað fellir teimum lættari at keypa á netinum, og fyriskipararnir í Englandi hava eisini netsíður, har til ber at keypa eina skógvaeskju við innihaldi, so tú ikki nýtist at fylla hana sjálv/ur her heima, greiðir Lissi frá.

LES EISINI  Tíðindaskriv: Christmas Child í Vági

Tey hava eisini tosað um at lýsa tiltakið betur á ungdómsmøtum um landið. Onkur handil hevur eisini gjørt fitt burturúr og lagt pyntaðar skógvaeskjur fram í handlinum og víst á, at tú kann keypa alt til skógvaeskjuna hjá teimum. Tað kundu fleiri handlar gjørt, sigur Lissi.

Lissi vísur eisini á, at tað er dýrari at fylla eina skógvaeskju í Føroyum enn í øðrum londum, tí vørur sum heild eru dýrari at keypa her. Tí hava tey eisini tosað um tann møguleikan, at kirkjur, samkomur og onnur seta kassar ella kurvar fram, har fólk kunnu lata einstøk ting til skógvaeskjur, uttan at skula fylla eina heila eskju sjálv.

Lissi skundar sær at leggja afturat, at í mun til fólkatalið geva føroyingar nógv fleiri gávur enn onnur lond:

– Og tá tú sær gleðina í eygunum hjá børnunum, sum fáa gávurnar, er tað ein framíhjárættur at sleppa at vera við í hesum átakinum, og vit eru als ikki mótfallin, sigur Lissi.

LES EISINI  Christmas Child: Eskjuinnsavnan 2024

Nýtt móttakaraland

Øll árini, síðani føroyingar byrjaðu at senda skógvaeskjur í 2003, eru tær farnar til Rumenia, men soleiðis verður ikki í ár. Tað er so, at føroysku eskjurnar verða sendar um England, og viðurskiftini millum England og ES, har Rumenia er limaland, eru í løtuni so mikið ógreið, at nevndin í Englandi hevur gjørt av, at í ár senda tey eskjurnar til Moldova.

Moldova er grannaland hjá Rumenia og er uppaftur fátækari, og klima og aðrar umstøður í londunum líkjast eisini. Líkasum nógvir føroyingar hava vitjað Rumenia, hava nógvir føroyingar eisini vitjað Moldova seinastu árini, bæði við neyðhjálp og við toymisferðunum hjá OM.

Her er eitt filmsbrot úr Moldova:

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina