Soleiðis verður fastað í 2024
Føstan hevur aldri virði í sjálvum sær. Hon er altíð til fyri okkurt annað og størri enn sjálv føstan. Vi eiga at fasta fyri at geva meir rúm til Jesus. Til onnur. Og til annað enn okkum sjálvi.
Áðrenn eina skurðviðgerð kann sjúklingurin fáa at vita: ”Tú skalt møta fastandi.” Nøkur fasta sum partur av mindfulness eller fyri at fara aftur. Ongin fastar altíð, men av og á, í styttri tíðarskeiðum.
Andalig evni og viðurskifti eru við at fáa eina endurreisn. Fleiri støð eru farin at halda gudstænastu øskudag, mikudagin eftir føstulávintsunnudag. Henda mikudag verður byrjað at fasta og hon snýr seg júst um at fasta.
Kelda: IMpuls
Flemming Baatz Kristensen hevur skrivað
Føstan vinnur alt meira frama
Heimurin er vorðin minni. Vit kunnu bert staðfesta, at alt fleiri fasta. Muslimar fasta, jøder eisini, katolikkar og ortodoks fasta og eisini nøkur protestantisk kristin. Har ein livandi trúgv vinnur fram í dag, verður ein ofta meira opin fyri at fasta. Vit hugsa meir í heildum, menniskjað er ein eind av likami, sál og anda. Vit eru eru vorðin meir upptikin av heilsuni. Og skulu vit gerast sunn og hava eina góða heilsu, ja, so mugu vit hava góðar vanar og ikki oveta okkum.
Vit duga somuleiðis eisini at síggja, at tað er nakað sum eitur gerandisdagur og annað, sum eitur veitsla, og at vit eisini hava tørv á tíðum, har vit fyrireika okkum, sinna og umráða okkum. Og tað er ein djúpt sannleiksvirði í tí, at tað er tann, ið missir nakað, ið vinnur nakað.
Nú vit júst eru farin inn í føstutíðina møta vit í tekstum kirkjuársins viðurskiftum føstunnar sum eina reinsandi fyrireiking til páskirnar. Vit hoyra um stríðið móti freistingum og roynslum, at har eru støður, har vit mugu stríða okkum inn til Guds. Stríðið móti devli og illum andum fáa rúm og eru eisini í brennideplinum. Men aftaná stríðssunnudagarnar verður eisini boðað: ”Gud sær tykkum og hevur umsorgan fyri tykkum. Han vil føða tykkum við Kristi, lívsins breyði. Fyri tað: Gleðið tykkum”
Eftir hetta savna vit okkum í síðsta parti av føstutíðini og áðrenn páskirnar meir og meir um líðing Jesusar.
Men fasta vit tá? Seta vit sjóneykuna á eyðkenni føstunnar? Gert tú, tú sum lesur hetta? Um ikki, hví ikki? Ert tað tí, vit eru stúrin fyri rættvísi grundað á gerðir? Grýttu vit bara barnið út við baðivatninum aftaná trúbótina, ella er tað fyri at vit ikki vilja frávelja tað hugnaliga og tann (ó)vanan, tað hetta gera vit bara ikki?
Greinin heldur áfram undir myndini
Føstan er til fyri nakað annað
Bíblian sigur í veruleikanum nei til at fasta, altso tá føstan verður misnýtt, og tá vit hátíðarhalda felagsskapin við Jesusi, so kunnu vit ikki fasta(Markus 2,19). Men hon nevnir eisini føstunnar dag og dagar(Markus 2,20). Paulus fastaði rætt og slætt ofta(2.Kor.11,27), og tey kristnu fastaðu, tá ið tey stóðu framman fyri týðandi avgerðum(Aps.13,2-3; 14,23). Hon var ein virkin partur í bønarlívi hins trúgvandi(Luk.2,37), og tá andsstríðið og neyðin streingja á tríva alt fleiri kristin til at fasta og biðja(Matt.17,21)
Føstan hevur aldri eitt virði í sjálvum sær. Hon livir altíð fyri okkurt annað og størri enn sjálv føstan. Hon er í roynd og veru ikki fyrst og fremst til fyri at klænka sær, hóast vit ikki mugu gloyma, at likam okkara er eitt tempul fyri Heilaga andan, og tí mugu vit fara ordiligt við tí, og vit eiga at minnast, at viðurskifti okkara til okkara likam hava ein andaligan týdning.
Vit eiga at fasta fyri at geva meir rúm til Jesus. Til onnur. Og til annað enn okkum sjálvi.
Ikki um, men nær
Í bíbliutekstinum til øskudag(Matt.6,16-21) sigur Jesus: ”Men tá ið tit halda føstu”, ikki ”um”! Jesus gongur altso út frá, at vit fasta. Fyri hann hoyrir hon við. So má hon hava týdning.
Men hann sær eisini alt fyri eitt vandan fyri misnýtslu: Tað hendir, tá ið føstan verður nakað at vísa seg við, nakað at gera seg upp við yvirfyri øðrum. Men føstan er eitt loyndarmál, sum hin einstaki hevur við Gudi, og sum ikki er neyðugt at tosa um. Og tað eigur rætt og slætt at vera ein gleði at fasta, sigur hann. Hann leggur dent á, at føstan eigur at gera upp við jagstran eftir ríkidømi og øðrum gripum hesumegin og til at hjálpa okkum at finna varandi virðir. Og so lovar hann, at Gud vil syrgja fyri, at vit fáa eina signing burturúr eini slíkari føstu.
Greinin heldur áfram undir myndini
Ymsir hættir at fasta uppá
Jesus og Bíblian hevur ikki givið okkum nakra vegleiðing, og av tí sama kunnu vit ikki siga, ”soleiðis fasta vit í 2024”, um vit við tí meina, at soleiðis og soleiðis skulu vit at gera, men grundað á Bíbliuna og kristnar royndir kunnu vit grunda á ymsar hættir at fasta uppá. Her eru nøkur dømi:
- Tú kanst fasta frá mati við at minka um matmongdina ella rætt og slætt at lata vera við at eta, men tað hevur týdning kortini at fáa okkurt at drekka.
- At fasta kann ikki minst í okkara tíð vera ein miðlaføsta. Vit koma undir eitt satt ódnarveður av upplýsingum, tíðindum, ljóðum og myndum. Hvussu við at lata vera við at tendra út- og sjónvarp nakrar dagar, kanska bert hoyra tíðindi einaferð um dagin, minka um nýtsluna av sosialu miðlunum, gevast at hoyra tónleik í oyrabúffarnar eina tíð og so heldur at vera stillur, lurta eftir Gudi og biðja?
- Ella vit kunnu hugsa um okkara egna lív: hvussu havi eg tað í løtuni? Míni sár og mínar skuggasíður, tær syndir, ið fylla nógv hjá mær. Føstutíðin er vanliga ein tíð, har tú fórt at skrifta hjá presti. Tað er ein máti at byrja eina álvarsama reinsan uppá. Reinsa seg yvirfyri Gud upp. Rannsaka seg sjálvan fyri andliti Guds, søkja reinsingina gjøgnum skriftamálið og frígeringina til at liva.
- Ella hvussu við at taka seg aftur í føstutíðini? Ella fara á eina pílagrímsferð?
- Føsta hevur við meditatión, innliving og hugsavnan at gera. Hon er ein liður í: ”Venjingum í lívsdirvi, sjálvumhugsan, lívsgleði og í at ganga við Gudi” Kristuskransurin.
- Lesið eina bók, ið gevur rúm fyri at grunda um tingini. Nógvar góður bøkur eru til, ið hava uppiborið at verða lisnar í friði, so ein fær grundað rætt yvir tær.
- Gev tíð og rúm til onnur. Hvønn skal eg vitja, skriva til, ringja til, bjóða? Gevið, so skal tykkum verða givið. Eftir evnum og møguleikum. Hvussu við at geva meira enn vanligt í føstutíðini, at geva so tað kennist …?
- Í grundini er tað bert hugflogið, ið setir markið. Hvussu verður tín føsta í ár?
Greinin heldur áfram undir myndini
Gerandisdagur og veitsla
Fasta ikki ov nógv ella ov lítið, men lat tað kunna kennast, at tú fastar. Heldur eitt munagott átak heldur enn mongd av hálvhjartaðum stigum.
Ein kann áleggja sær sjálvum eitt einkult slag av føstu frá øskudegnum og til páskaleygardag. Tað gevur 40 dagar, soleiðis sum Jesus fastaði í 40 dagar.
Men ikki skal fastast sunnudagin. Við gudstænastur halda vit veitslu fyri Jesusi, hann er millum okkum og altargongdin er ein veitsla. Tað er brúdleypstíð(Mark.2,19).
Og tað kann eisini viðhvørt vera rætt at bróta føstuna í veitslulagi. Eitt nú, um tú verður bjóðaður í brúdleyp í føstutíðini. Ein tíð er til at fasta og ein tíð til ikki at fasta.
Tá vit fara út úr føstuni, tá føstutíðin endar, kunnu vit taka tær royndir, vit hava gjørt okkum, við okkum, tá tað aftur verður veitsla og gerandisdagur.
Signaða føstutíð!
Edvard Poulsen umsetti