Sóning

Í Bíbliuni eru nøkur “kjarnuorð”. Orð, sum vit ikki brúka so nógv í dagligari talu, men sum kortini eru týdningarmikil, tí tey hjálpa okkum betur at skilja boðskapin í Bíbliuni. Skilja vit týdningin av tílíkum orðum, skilja vit eisini týdningarmiklar spurningar í Bíbliuni.

Ein bilmekanikari má læra seg nøvnini á lutunum í einum bilmotori. Ein sjúkrarøktari má duga nøvnini á likamslutum, á sjúkdómum og á heilivági. Tað kostar arbeiði. Men er heilt neyðugt.

Ein kristin má læra Bíbliuna at kenna. Boðskapin um, hvat Gud hevur gjørt fyri okkara frelsu. Nakað av tí týdningarmesta er at gerast kunnigur við kjarnuorðini í Bíbliuni: Sóning, sáttargerð, endurloysing, rættvísgerð, evangeliið og so framvegis. Við kjarnuorðunum skilja vit kjarnuinnihaldið.

Vit fara at taka fram tílík kjarnuorð. Hyggja nærri at teimum, og fylla tey við innihaldi.

Tað fyrsta hugtakið er sóning.

Hvat merkir hetta orðið? Vit kenna orðið bæði frá rættarverkinum og ítróttarlívinum. Lógbrótarin má sóna ella bøta fyri eina brotsgerð við fongsulsrevsing. Ítróttarpersónurin má bøta fyri dopingarmisnýtslu, og verður útihýstur frá kappingarluttøku.

LES EISINI  JESUSVEGURIN

Báðar støðurnar siga, at okkurt skeivt er farið fram. Og at tað skeiva má fáast í rættlag. Ein sóning má fara fram.

Menniskjans størsti trupulleiki er syndin. Hon spillir samskiftið við Gud. Skapar rembingar og slítur lívssambandið við Gud. Syndin merkir deyði hjá syndaranum. Synd er ein brotsgerð, sum bøtast má fyri!

Eitt menniskja kann ikki sjálvt bøta fyri sína synd. Deyðadómurin hevði borið í sær, at menniskjað glataðist. Tí sendi Gud Jesus!

HANN skuldi sóna ella bøta fyri okkara syndir. Loysa trupulleikan, sum vit ikki sjálv vóru før fyri at loysa.

Jóhannes apostul skrivar: “Hann er bót fyri syndir okkara; tó ikki bert fyri okkara” (1 Jóh 2,2).

Sóning fatar um viðurskiftini millum Gud og syndina. Í Gamla testamenti (GT) stendur, at djór vórðu slátrað sum bót fyri fólksins syndir. Løgið.

Kann Gud veruliga lata eitt djór taka revsingina, sum menniskju skuldu fingið? Nei, sigur Bíblian. “Tí at tað er ómøguligt, at blóð av tarvum og bukkum kann taka burtur syndir” (Hebr 10,4).

LES EISINI  Tak ímóti Jesusi

Orðið, sum Gamla testamentið brúkar fyri at “sóna ella bøta”, merkir eisini “at fjala, at breiða yvir”. Tað er ein fyribils hjálp. Men eingin endalig loysn.

Jesus gjørdi tað, sum eingin annar var førur fyri. Hann tók okkara syndir á seg. Bar tær inn undir Guds dóm.

Hann bøtti fyri allar okkara syndir. Orðið, sum Nýggja testamentið (NT) brúkar fyri at “sóna ella bøta”, merkir eisini “at strika, at taka burtur, at beina fyri”. Tað var hetta, Jesus gjørdi. Hann fann eina endaliga loysn!

Takk fái Gud fyri Jesus! Hann er sóning fyri tínar syndir!

 

Til umhugsanar…

“Í hesum er kærleikin: Ikki at vit elskaðu Gud, men at hann elskaði okkum og sendi son sín til at vera bót fyri syndir okkara” (1 Jóh 4,10).

 

Eftir Johnn R. Hardang (Noreg) í bókini “Veien” (Sambåndet Forlag 1998)

Hjørleif Poulsen týddi.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina