Spennandi kyrrutúrur úr Æðuvík, heim í Nes Kirkju

Túrurin er í morgin, 25.september, og farið verður frá missiónshúsinum í Æðuvík kl18.30. Gingið verður í kvirru, sum leggur upp til bøn, djúphugsni og náttúruans. Komin til Nes verður gudstænasta í Nes kirkju, sum tey ungu skipa fyri.

Ovi Brim, prestur, sigur at hugskotið kom tá konformantarnir, sum nú ganga til, ynsktu at royna nakað øðrvísi.

– Konfirmantarnir, sum tey flestu, eru on alla tíðina, skermurin fyllir nógv, og heldur enn at velja hvat tey skulu vera hugbundin av, so møtir heimurin teimum við skjóttsøgdum tíðindum, lýsingum og øðrum. Sjálvdan verður farið niður í ferð. Sjálvdan verður kavað niður í substans, men heldur skavað a yvirflatuni, greiður presturin frá.

Ungdómslega er í missiónshúsinum Tabor hetta vikuskifti, so tey flættaðu hetta saman við leguni.

– Fólkið í Æðuvík er ættað av Nesi. Tey plagdu at ganga heim a Nes í krikju. Sostatt ganga vit somu gøtu sum tey gomlu. Tankin við hesum er tí tvífaldur:

  1. At vit kunnu varnast at kristna trúgvin hevur fylt so nógv, at fólk gingu í kirkju. Og tá er hetta ikki ein av teimum tyngru túrunum.
    Aðrastaðni hava fólk lagt sera nógv fyri at koma í kirkju. Til Guds ord og bøn.
  2. At vit í 45 min – tað er ikki serliga leingi – eru í kvirru og vónandi fáa hugsavnað okkum um lívið og skaparverkið. At vit kunnu geva gudsbarnalívinum gætur og biðja bønir. At vit sjalvi velja hvat møtir okkum og at alt ikki skal ganga við tú rúkandi ferð, sigur Ovi, sum leggur afturat at øll eru hjartaliga vælkomin við.
LES EISINI  Oktoberlegan sett í gongd

Ovi sigur at enda, at vónandi viðrar, og at tað skal nógv til áðrenn túrurin verður avlýstur, og at fólk bara skulu lata seg í eftir veðrinum.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina