Spurnakassin á Trúboðan í morgin

So er dagurin loksins komin at taka Spurnakassan á Trúboðanum í nýtslu. Tað verður sostatt gjørligt at samskifta beinleiðis millum brúkarar og Trúboðan við spurningum, ein kundi hugsað sær at fingið svar uppá.

Spyrjarin ger sjálvur av, hvørt viðkomandi skrivar persónligar upplýsingar ella ikki.

Vit leggja okkum eftir at svara innkomnu spurningunum innan fyri eina viku. Svarini verða løgd alment út á Spurnakassan, so vitjandi á Trúboðanum kunnu síggja og fylgja við.

Spurnakassin á Trúboðanum
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina