Stórmøtini avlýst
Upprunaliga skuldu Stórmøtini verða fyrst í novemeber, men bleiv síðani útsett til januar. Nú er avgerð tikin um, at avlýsa møtini, sum vóru sett á skrá vikuskifti 7. til 9. januar.
Orsøkin er sjálvandi Koronustøðan í landinum. Í løtuni er lítið sannlíkt at vit vera í “grøna økinum”, og er avgjørt at avlýsa tiltakið, sum annars vanliga savnar nógv fólk í heilt vikuskifti.
2021 gjørdist tíverri eisini eitt ár við nógvum avlýsingum. Vit kunnu tó gleðast um, at summarlegurnar kundu haldast sum vanligt, har børn í hópatali vóru saman um Guds orð.