Stuðla trúboðarunum? Vit eru komin hálvan veg

Á Stórmøtinum í fjør greiddi høvuðsstýrið frá, at Heimamissiónin hevði sett fleiri fólk í starv. Samstundis byrjaði ein innsavning til at rinda útreiðslurnar, ið vóru knýttar at hesum.

Men hvussu gongur við innsavningini?

Mett verður, at ein trúboðari kostar umleið 35.000 kr um mánaðin. Tá er løn, pensjón og aðrar útreiðslur íroknaðar. Og tá 1,5 fulltíðarstarv varð sett afturat, varð neyðugt við 52.500 kr meira um mánaðin.

Í dag er støðan tann, at vit av hjarta kunnu takka føstum gevarum fyri at hava bundið seg til at rinda umleið 24.000 kr um mánaðin. Tað merkir, at vit í løtuni eru komin næstan hálvan veg í innsavningini, og vóna at uppaftur fleiri ynskja at stuðla okkum í strembanini eftir at boða Guds livandi orð til føroya fólk.

Um tú ynskir at stuðla okkara trúboðarum, so er møguleiki at gera tað HER.

Tú ert eisini hjartaliga vælkomin at ringja til skrivstovuna á tlf.: 470000.

LES EISINI  Ársmøtið 2021 – 14. og 15. mai

 

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina