Broytingar í starvsfólkahópinum
Summarfrítíðin er skjótt av, og tað merkir, at fleiri av teimum ungu skjótt byrja ein nýggjan kapittul í teirra lívi.
Ein teirra er Maria Petersen úr Fuglafirði, sum síðani 1.februar hevur verið í starvið hjá Heimamissiónini, har hon hevur hjálpt til innan barna- og familjuøkið. Áðrenn tað var hon volontørur hjá Heimamissiónini.
Maria fer nú til Danmarkar at lesa. Vegna Kirkjuliga Heimamissiónina takkar Andrias Magnussen, aðalskrivari, Mariu Petersen fyri tíðina, sum hon hevur verið í starvi við ynskjum um Guds ríku signing á lívsleiðini.
Bjarta heldur fram
Síðani 1.februar hevur Bjarta Berthelsen verið voluntør á Trúboðanum. Hon hevur nú játtað seg til at halda fram sum volontør á Trúboðanum restina av árinum.