Summartíðin gylta

Trúboðin

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

Nú summartíðin gylta vitjar land okkara, kunnu vit millum annað frøast um allan hópin av børnum og ungum, ið leita til Nesvíkar og aðrastaðni á summarlegu og har hoyra gleðiboðskapin um Jesus Kristus, ið doyði fyri syndir okkara og reis upp aftur og livir í dag, ja, kann aldri doyggja meir. Vit biðja Harrans ríku signing yvir børn og foreldur teirra og øll tey mongu, sum á ymiskan hátt gera tað møguligt at hava summarlegur. Leguleiðarar, hjálparleiðarar, kokkar, vaskifólk og onnur hjálparfólk gera eitt megnararbeiði í sambandi við hesar legur. Stóra tøkk eiga tit fyri tað.

Tey, sum nýliga hava verið í Leguhúsinum í Nesvík, hava lagt til merkis, at leguhúsið verður útbygt í hesum døgum. Fyri at bøta um umstøður í sambandi við barna- og ungdómslegur og annað virksemi í húsinum, verður bygt út við høll, ið bæði kann nýtast til samkomu- og ítróttarvirksemi og við lon við 12 hjúna- og familjukømrum og við einum ljósum og opnum felagsøki við vøkrum útsýni suður móti brúnni. Á niðaru hæddini verða eisini skiftirúm við brúsum og goymsluhøli.

Ætlandi verður útbyggingin liðug komandi vár. Tí kunnu børn og vaksin gleða seg til munandi bøttar umstøður til summarlegur komandi summar, ið vónandi fær enn fleiri børn og ung at tekna seg til legur, samstundis sum hugaligari verður hjá leguleiðarum og hjálparfólki.

Útbyggingin kostar góðar 28 mió. kr. og verður fíggjað við sjálvbodnum gávum, umframt inntøkum frá søluni av sjómansheiminum í Havn. Men fyri at megna alla útbyggingina í einum er eisini neyðugt við lántøku, ið skal gjaldast lánveitaranum aftur við rentu.

Vit frøast um allan stuðulin higartil og vóna, at tað framhaldandi verða nógv, ið fara at stuðla útbyggingini. Jú skjótari lánini verða afturgoldin, jú betri verða búskaparligu útlitini fyri øðrum missiónsuppgávum.

Allur stuðul er vælkomin. Til ber at stuðla útbyggingini við at stovna fasta mánaðarliga flyting og við øðrum gávum. Jú fleiri, ið vilja stuðla, jú lættari verður uppgávan. Á heimasíðuni, mission.fo, er nærri kunning um gávur til Leguhúsið: (Sí mission.fo/gev). Hjartans tøkk fyri stuðul og forbøn.

Gott summar.