Sunnudagin gongur talvan fyri Sunnudagsskúlan

Sunnudagin 13. oktober er gott høvi at stuðla einum týdningarmiklum endamáli. Tá er 17. sunnudagur eftir tríeindardag, og tá er talvudagur í fólkakirkjum um landið til frama fyri Sunnudagsskúlan hjá Kirkjuligu Heimamissiónini.

Summastaðni er konfirmatión sunnudagin, og sjálvur talvudagurin kann verða lagdur ein annan sunnudag í næstum.

Sunnudagsskúlin virkar í sera nógvum bygdum í landinum. Harumframt hava nakrir sunnudagsskúlar í Danmark tilknýti til Heimamissiónina í Føroyum. Nógv eru børnini kring landið, sum trúliga møta upp viku eftir viku.

Kirkjuliga Heimamissiónin hevur ein samskipara í fulltíðarstarvi, og uppgáva hennara er at stuðla arbeiðinum og hjálpa sunnudagsskúlunum um landið millum annað við frálærutilfari, ráðgeving og menning av sunnudagsskúlaleiðarunum.

Tað er eisini sunnudagsskúlaarbeiðið, ið skipar fyri summarlegum í Leguhúsinum í Nesvík og aðrastaðni hvørt summar. Fleiri hundrað børn leita sær hvørt ár á legu, og seinastu mongu árini hava alsamt fleiri teknað seg. Har eru tey til bíbliutímar, stuttleika sær úti og inni við at gera ítriv, spæla, gera ítrótt, syngja og mangt mangt annað.

Alt arbeiðið hjá Sunnudagsskúlanum hjá Kirkjuligu Heimamissiónini verður fíggjað við gávum. Talvudagurin er tí ein góður fíggjarligur stuðul til stóra virksemið.

Í fjør komu 103.914 krónur inn talvudagin, og tað takkar Sunnudagsskúlin hjartaliga kirkjufólki, eins og prestum og kirkjuráðum fyri.