Sunnudagsblaðið

Jørgen Andreasen

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

Flest øll í Føroyum kennast nokk við eitt blað, sum kemur í postkassan við jøvnum millumbili. Hetta blað fyllir ikki nógv, og er tað nokk sera ymiskt, hvat blaðið hevur at týða fyri hvørt heimið sær. Blaðið, vit her hugsa um, er Sunnudagsblaðið.

Sunnudagsblaðið, sum hjá mongum eisini verður nevnt sunnudagsskúlablaðið, hevur í ár 80 ár á baki. Ja, í samfull 80 ár er blaðið komið í føroysk heim við smáum gullkornum úr Guds orðið.

Sunnudagsblaðið er eitt blað við smáum greinum, og við søgum, sum hava ein kristnan boðskap, sum geva okkum eina áminning, uggan ella eggjan til at søkja Guds ríki ígjøgnum Guds orð. Flestu greinar eru týddar, men onkur greinin hevur eisini verið skrivað til blaðið.

Hetta fitta blað, sum ikki fyllur meir enn eitt bukkað A4 ark, sær so lítið og lætt út, og verður helst ikki hugsað nógv um, hvat arbeiði liggur aftan fyri hetta blað.

LES EISINI  “Blaðið, sum kemur í hvørt hús”, fer undir sín 80. árgang

Hetta, at blaðið er komið út nú í 80 ár, er heilt einastandandi. Aftanfyri hetta liggur nógv arbeiði. Eg fekk ábyrgdina av blaðnum í 2020, og eri so smátt við at læra, hvat liggur aftanfyri at geva blaðið út. Blaðið kemur út í 26 eintøkum á hvørjum ári.

Gjøgnum nógv ár var tað Karl Hansen, sum var ritstjóri á blaðnum, og skipaði hann alt rundan um blaðið. Við serstakari hjálp frá góðum fólki hevur hetta arbeiðið borið til í øll hesi ár. Her kann serliga nevnast, at mest sum alt tilfarið tey seinastu mongu árini hava Effie Campbell og Theodor Hansen týtt. Tey hava trúliga týtt tilfarið, sum so hevur myndað blaðið.

Síðani Karl andaðist hevur Effie tikið sær av at geva blaðið út. Tað arbeiðið, sum hon hevur lagt í hetta blað, kann ikki metast í orðum. Bæði tað at týða og rættlesa til prentingar, samstundis sum at tað skal fáast runt landið er eitt stórt arbeiðið. Eisini er ein heimasíða, har øll bløðini frá 2013 eru tøk. www.jesus4all.dk.

LES EISINI  Jørgen verður trúboðari millum túrar

Ígjøgnum øll hesi árini hava fólk runt landið borið blaðið út í heimini. Tað er ein bólkur, sum trúliga pakkar bløðini. Pakkingin er í tveimum. Tríggir menn standa fyri pakkingini. Í løtuni eru teir Gunnar Reynslág, Trygvi Guttesen og Steffan Petersen. Steffan Petersen er primus motor her og fær so tveir afturat sær. Seinastu árini er sjálvbodna arbeiðið í samband við útbering minkað og verður meir og meir sent út við Posta. Hetta økir sjálvsagt um útreiðslurnar av at gera blaðið.

Blaðið verður fíggjað við gávum frá kirkjum og privatfólki. Alt arbeiðið, undantikið prent, er sjálvboðið, og er hetta grundarlagið undir, at blaðið ber seg.

Tá hetta nú er einasta prentaða blað, sum Kirkjuliga Heimamissiónin gevur út regluliga, hevur blaðið kanska størri týdning nú enn nakrantíð. Eisini er tað gleðiligt, at vit hava fólk runt landið, sum vilja játta at lata tilfar at koyra í blaðið.

Sum ritstjóri á blaðnum vil eg biðja um forbøn fyri arbeiðnum framhaldandi at kunna útgeva Sunnudagsblaðið

LES EISINI  Endurnýggjaði myndina á SUNNUDAGSBLAÐNUM