Sunnudagsfriðin kendu vit
Joan Herdis Kannuberg, hevur skrivað nakrar hugleiðingar um gamlar dagar.
Sum árini leggjast afturat, og eg gerist eldri, so kemur ymiskt fram, sum eg í dag eri glað fyri. Tann førning foreldur, bygd, samfelag og onnur løgdu í okkum børn. Vit vóru ikki børn av einum ættarliði, ið setti spurnatekin til alt.
Leygarkvøld var farið í bað, og longu inni á wcinnum kendi tú angan av antin einum formi av rosinukaku, flekku ella brúnakøku. Tí í morgin var sunnudagur, so vit vóru klár.
Sunnumorgun varð farið í sunnudagsklæði og sunnudagsskógvar, sum vóru bustaðir kvøldið fyri.
Farið var í kirkju við sálmabók í hendi, og so kundi tú antin sita og lurta ella lata tankarnar flúgva og merkja tann frið, ið tað gav.
Teinurin oman í kirkjuna var stuttur at ganga.
Komin til húsa aftur kom døgurðin á borðið, ið eisini breyt frá einum gerandisdøgurða. Oftani við fromagu og dabafløda omaná.
Sunnudagsskúlin var ein nátúrligur partur kl 14.30 altíð.
Hesa uppaling eru nógv á mínum aldri uppvaksin við. Sunnudagsfriðin kendu vit, vit fingu hann og høvdu eisini tá brúk fyri honum. Vit vóru eisini lærd at geva næsta okkara sunnudagsfrið.
Vónandi fara vit ikki at sleppa øllum okkara góðu virðum nakrantíð.
Hvíludagin hava vit fingið forerandi.
Joan Herdis Kannuberg býr í Leirvík. Hon er útbúgvin lærari og er ein av deknunum í Leirvíkar kirkju.