Svørt olja gevur reyð tøl

Olja verður ofta nevnd svarta gulli, men í løtuni førir svarta oljan til reyð tøl í ársroknskapinum hjá Kirkjuligu Heimamissiónini. Peningurin, sum varð settur av í fíggjarætlanini til olju, er longu brúktur.

Eftir at tað í tvey ár hevur verið óvanliga friðaligt í Leguhúsinum orsaka av Covid-19, so er verulig ferð komin aftur á virksemið í húsinum. Samstundis, sum vit gleðast og takka fyri, at húsið aftur verður brúkt til endamálið, sum tað er bygt til, mugu vit eisini viðurkenna, at tað er lutfalsliga dýrt at hava legur í løtuni.

Tí verða aðrir møguleikar fyri at hita Leguhúsið kannaðir. Tað sær út til, at jarðhiti er besta hitaskipan til Leguhúsið. Men oljurokningarnar skulu gjaldast nú. Og um avgerð verður tikin at gera íløgur í jarðhitaskipan, so verður enn ein rokning at gjalda tá. Tað er torført at yvirmeta, hvønn týdning Leguhúsið hevur fyri virksemið hjá Kirkjuligu Heimamissiónini. Her eru góðir og tryggir karmar fyri missiónsarbeiði, og lív og umstøður hjá fólki í tíggjutúsundatali eru ávirkað á øllum legum og skeiðum, sum hesi árini eru hildin í Leguhúsinum í Nesvík.

LES EISINI  Ungdómslegan fyri 8.-10. flokk: "Eitt hjarta reint"

Vit vóna tí, at allir vinirnir hjá Leguhúsinum vilja standa saman og stuðla fíggjarliga, soleiðis at alt kann verða goldið. Hetta fyri at vit eisini í framtíðini kunnu hava eitt fjálgt og gott hús at koma til. Um vit síggja burtur frá príshækkingini á olju, so sær ársroknskapurin fyri fyrra hálvár út til at halda nøkulunda. Fíggjarætlanin varð løgd við smáum 300.000 kr. í undirskoti, men hetta talið kann væntast at vaksa, um gávurnar ikki vaksa samsvarandi. Tá ið Harrin signar, kann sjálvt minsti matpakkin metta fleiri túsund fólk. Tí ger hvør einasta gáva stóran mun.

Hjartaliga takk fyri allan stuðul!

Peningagávur kunnu flytast á eina av kontunum niðanfyri:

  • Bank Nordik: 6460-151.376.3
  • Betri: 9181-497.550.4
  • Norðoya Sparikassi: 9865-103.429.9
  • Suðuroyar Sparikassi: 9870-100.284.9
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina