Tað profetiska orðið

Hvat serligt er við Bíbliuni?
Hví er henda bókin øðrvísi enn allar aðrar bøkur?
Teir flestu stóru átrúnaðirnir hava jú eisini sínar heilagu bøkur. Hvussu kunnu vit vera vís í, at sannleikin er júst í Bíbliuni?

Mong menniskju hugsa nógv um tílíkar spurningar. Ikki minst ungdómurin. Mangt kann vera at siga um hesa søk. Eg vil bert nevna eini viðurskifti:
Bíblian er ein profetisk bók. Í henni eru profetisk orð.

Hvat merkir tað? Svar:

Bíblian sigur frá um viðurskifti, sum fara at henda, langt áðrenn tey henda!

Vit hoyra nógv um profetar í Bíbliuni. Serliga í Gamla testamenti. Profetar vóru menniskju, sum Gud brúkti sum amboð fyri sítt orð. Teir vóru boðberar. Guds málgagn á jørð.

Profetatænastan var tvíbýtt. Teir vóru fyrst og fremst samtíðarboðberar. Teir boðaðu Guds orð inn í sína egnu tíð. Tæntu Gudi í sínum egna ættarliði. Men teir vóru eisini framtíðarboðberar. Teirra boðskapur spreingir mørk fyri samtíðina. Teir sóu út yvir sítt egna ættarlið. Inn í framtíðina. Fleiri hundrað ár áðrenn forsagnirnar hendu, hevði varsluróp profetanna ljóðað.

LES EISINI  Fýra fittar bíbliusøgur

Hetta er eindømi fyri Bíbliuna! Aðrar trúarbøkur vanta hesa dimensjónina. Tí bert Bíbliunnar Gud hevur framtíðina í sínum hondum. Koranin, halga bókin hjá muslimum, hevur ikki profetisk orð. Hevði hon havt tað, hevði hon avdúkað seg sum falska.

“Onga tíð er nakað profetaorð borið fram av mannavilja, men menn frá Gudi talaðu, drivnir av Heilagum Anda” (2 Pæt 1,21).

Profeti og uppfylling!

Hetta er ein av teimum mætastu vitnisburðum um Bíbliunnar trúvirði. Bíblian er avgjørt álítandi. Hon staðfestir seg sjálva. Og staðfestir søguna.

Tí er Bíblian øðrvísi enn allar aðrar bøkur.

Bara her hevur Gud víst okkum, hvør ið hann sjálvur er. Bara her hevur hann kunngjørt sín vilja. Bara her fáa vit at hoyra orðið um Guds frelsu.

Vit skilja ímillum uppfylt og óuppfylt profetiir.

Uppfylt profetiir galda viðurskifti, sum Bíblian boðar fara at henda, og sum søgan seinni kann vátta veruliga hendu. Vit møta profetiunum um Ísrael. Fólkið skal spjaðast um allan heimin, landið leggjast í grús og Jerusalem leggjast í oyði. Alt hendi, sum Bíblian hevði boðað. Vit finna profetiir um tey stóru heimsríkini; tað bábilonska, tað persiska, tað grikska og tað rómverska. Eisini hetta gekk, sum Bíblian hevði boðað. Og vit møta uppfyltum profetium um Jesus. Bæði um hansara persón og hansara frelsaragerning. Messiasprofetiini!

LES EISINI  Forbøn

Óuppfylt profetiir eru viðurskifti, sum Bíblian boðar fara at henda, men sum ikki eru gingin út enn. Eisini hetta er orsakað av ymiskum viðurskiftum: Ísrael, aðrar tjóðir, heimurin sum heild. Jesus og tey kristnu. Mong av Bíbliunnar profetium eru longu gingin út. Men eisini tey óuppfyltu profetiini fara at ganga út! Út í odd og egg.

 

Til umhugsanar
“Sælur er tann, sum lesur, og teir, sum hoyra orð profetadómsins og varðveita tað, sum skrivað er í honum, tí at tíðin er í nánd” (Opb 1,3).

 

Eftir Johnn R. Hardang (Noreg) í bókini “Veien” (Sambåndet Forlag 1998)

Hjørleif Poulsen týddi

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina