Tað ræður um at verða varðveittur
Gunnar Reynslág á Argjum hevur heilt frá ungum árum verið virkin innan andliga arbeiðið hjá Heimamissiónini. Í samrøðuni leggur hann millum annað dent á týdningin av at savnast saman við hinum í meinigheitini og at møta trúliga upp til møtir og onnur tiltøk. Hetta fyri at verða varðveittur í trúnni.
– Umvendingar- og vekingarboðskapurin skal til, sjálvandi, hetta, at tú sært teg sjálvan sum ein syndara og Jesus sum ein frelsara; men tá tú ert vorðin ein kristin, so kemur tað dagliga gerandislívið. Tú verður ikki verandi uppi á tindinum, men tú skalt niðuraftur í dalin og út í gerandislívið, og har møtir tú nógvum ymiskum. Háð og spott, tað er so eitt, men eisini freistingar av ymiskum slagi, og tí mást tú búnast til at møta hesum her, og hvussu tú skal bera teg at, bæði í orðum og ikki minst í atburði. Hetta fyri at verja teg sjálvan, men eisini fyri at vera eitt vitni fyri øðrum menniskjum, so tey síggja, at hetta er nakað, sum tú veruliga meinar, sigur hann.
– Tú kanst ikki halda á við at liva av ‘mjólk’, men tú mást fáa fasta føði og á tann hátt vaksa í tí andliga og styrkjast móti tí ágangi, sum altíð vil vera á ein kristnan bæði uttanífrá og innanífrá. Og ágangurin gerst bara størri og størri, tað bæði síggja og hoyra vit. Hin óndi er sniðfundigur og brúkar allar mátar at leypa á. Eingin er fullkomin, og vit koma altíð at snáva, eisini eg, sum nú nærkist 70, men so er tað at reisa seg aftur, sigur Gunnar.
Les alla samrøðuna við Gunnar í Trúboðanum, sum er komin út í dag.