Tak ímóti Jesusi

– Tak ímóti Jesusi. Ger tað í kvøld!
Soleiðis endar tann ungi talarin sína talu.

– Eg var bert 16 ár, tá eg tók ímóti Jesusi. Tað er tað størsta, sum er hent í mínum lívi.
Soleiðis sigur ein eldri kvinna í sínum vitnisburði.

Tað er er tað sama, tey tosa um.Tey tosa um at taka ímóti Jesusi!

Hví málbera vit okkum í veruleikanum soleiðis? Svarið er einfalt: Tí soleiðis stendur tað í Bíbliuni. “Men so mongum, sum tóku ímóti honum, teimum gav hann mátt til at verða Guds børn, teimum, sum trúgva á navn hansara” (Jóh 1,12).

At blíva ein kristin er at taka ímóti Jesusi. Men hvat ber tað í veruleikanum í sær at taka ímóti Jesusi? Hvussu kann eg vita, at eg havi tikið ímóti Jesusi? Soleiðis spyrja mong. Hvat hevði tú svarað, um onkur setti tær ein tílíkan spurning?

Tað var lættari á Jesu døgum, hugsa vit ofta. Tá Jesus kom til Betaniu, til Martu, Mariu og Lasarus, kundu tey jú bara opna hurðina fyri honum og siga: “Vælkomin inn!” So høvdu tey tikið ímóti honum. Tað er verri í dag…

Í dag kemur Jesus til okkara í sínum orði. Vit møta honum í Bíbliuni.

At taka ímóti Jesusi er at taka ímóti orðinum um Jesus. Tín støða til Jesus er tann sama sum tín støða til boðskapin um hann.

LES EISINI  Tú hevur fingið eina náðigávu

Tú spyrt kanska: Eri eg kristin? Kann eg kalla meg eitt Guds barn?
Royn teg upp á boðskapin um Jesus:
– Hvat lesur tú um Jesus í Bíbliuni?
– Hoyrir tú um nakað, hvat Jesus hevur gjørt fyri teg?
– Hevur tú brúk fyri tí, sum tú lesur um Jesus?

Bíblian sigur frá tveimum viðurskiftum um Jesus:

Fyrst: Jesus livdi eitt lív uttan synd.

Títt lív er fult av synd. Tú stendur í skitnum klæðum fyri Gudi og hóskar ikki at koma inn í himmalin. Men Jesus hevur rein klæðir. Hansara búni hóvar væl Gudi! Hendan búnan vil hann fegin geva tær.

Víðari: Jesus doyði fyri alla heimsins synd.

Hann tók revsingina í syndara stað. Hann varð viðfarin, sum um hann var tú. Fyri at tú skuldi verða viðfarin, sum um tú vart hann. Skuldi verða Guds barn. Frelsa er at býta um klæðir við Jesus! Synd fyri náði.

– Hevur tú hendan boðskapin fyri neyðini? Nøktar hann tín tørv?  Ella loysir tú tíni viðurskifti við Gud á annan hátt?

Tann, sum hevur tikið ímóti orðinum um Jesus, hevur tikið ímóti meir enn einum boðskapi. Hann hevur tikið ímóti Jesusi sjálvum.

LES EISINI  Hvat hendir við teimum, sum ongantíð hava hoyrt um Jesus?

Jesus tosaði einaferð við menniskju, sum stóðu uttan fyri samfelagið við hann:
– Mítt orð fær ikki rúm hjá tykkum, segði Jesus (Jóh 8,37).

Tað var sorgarleikurin. Soleiðis má tað ikki vera hjá okkum!
Lat teg upp fyri Jesusi! Tak ímóti orðinum um hann!
Tann hevur rætt til at kall seg Guds barn, sum hevur tikið ímóti Jesusi.

 

Til umhugsanar…
“Tann, sum er av Gudi, hoyrir Guds orð” (Jóh 8,47).

“Ein og hvør, sum er av sannleikanum, hoyrir rødd mína” (Jóh 18,37).

 

Eftir Johnn R. Hardang (Noreg) í bókini “Veien” (Sambåndet Forlag 1998)

Hjørleif Poulsen týddi.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina