Takk fyri í summar!

Trúboðin

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

Enn eitt legusummar er um at vera liðugt, og mong kunnu við takksemi líta aftur á nakrar stuttligar og gevandi dagar, í Leguhúsinum í Nesvík, í Porkeri ella á Giljanesi. Aftur í ár hava mong hundraðtals børn, ung og familjur luttikið.

Hetta letur seg bara gera, tí at eisini hundraðtals onnur fólk hava latið av síni tíð, orku og peningi. Høvuðsleiðarar, kamarsleiðarar, hjálparleiðarar, kokkar og onnur hjálparfólk settu nakrar dagar av síni dýrabaru frítíð av til legur, umframt rúma fyrireikingartíð frammanundan. Sera mong hava latið mat og aðrar vørur, og handlar og aðrar fyritøkur hava verið stak beinasamar. Tað merkist veruliga, at sera mong í landi okkara eru glað fyri tað arbeiðið, ið verður gjørt fyri uppvaksandi ættarliðini.

Sama er galdandi fyri mongu og fjølbroyttu legurnar og stevnurnar aðrar árstíðir. Okkara lega, nýggjárslega, familjulegur, juniorlega, novemberlega, sangfagnaður, 60+, ársmøti, kvinnuting, manslega, sjómanskvinnustevna, bíbliuskeið, ungdómsleiðaraskeið, eins og onnur tiltøk kring landið, so sum Pit-Stop, 7 Dates og jólaborðhald. Eisini tá arbeiðsdagar eru, vilja mong nýta sínar handaligu gávur.

Hetta eru alt íløgur, sum geva avkast í sínum tíma. Sum kendi amerikanski íleggjarin Warren Buffett skal hava sagt: “Onkur svalar sær í skugganum í dag, tí onkur annar setti eitt træ niður fyri langari tíð síðani.” Tí missión er júst at seta niður, so onnur kunnu heysta fruktirnar. Missión er ósjálvsøknar íløgur.

Tað er eisini sera gleðiligt, at luttakaratalið á tiltøkum fyri børn, ung og familjur er vaksið hvørt ár í fleiri ár, eftir nøkur ár við fallandi luttakaratali. Tað er tekin um, at avgerðin at byggja Leguhúsið út var røtt. Tað merkist á fólki, at tey gleða seg til bæði størri og betri karmar, samstundis sum tey trívast sera væl í verandi karmum, hóast partur av leguøkinum er byrgdur av.

Hyggja vit nøkur ár fram í tíðina, hevur hesin positivi hugburðurin til bæði karmarnar og innihaldið í Nesvík alt at siga. Hugburðurin, at vit øll eiga Leguhúsið, og at vit øll vilja tað góða, sum verður gjørt í húsinum, og tí eisini – eftir førimuni – geva okkara íkast, bæði til karmarnar og innihaldið. Tí tá útbyggingin er liðug og víðkaðu karmarnir tiknir í nýtslu, tá tað nýggja ikki er so nýtt longur, og fyrstu lutirnir skulu skiftast út og slit hómast her og har – júst tí húsið verður so sera nógv nýtt – tá hevur hesin hugburðurin alt at týða!

Her skal ljóða ein stór tøkk fyri alla hjálp, gávur, vælvild og beinasemi. Bæði í summar og alt árið. Gud signi okkum øll!