Talvudagurin fyri Føroysku sjómansmissiónina

Tíðindaskriv:

Sunnudagin 9. juli er talvudagur í kirkjunum fyri Føroysku sjómansmissiónini.

Síðani 1918 hevur Føroyska sjómansmissiónin verið virkin millum sjófólkið, bæði á nærleiðum og á fjarðleiðum. At fáa Guds orð út til sjófólkið er høvuðsuppgávan og síðani at hjúkla um sjófólkið á ymiskan hátt við vitjanum, jólapakkum, geymum við kristnum sangum, andaktum o.ø. 

Alt hetta arbeiðið verður fíggjað við innsavningum og øðrum sjálvbodnum gávum.
Talvudagurin hevur tí stóran týdning fyri fíggjarligu orkuna hjá Sjómansmissiónini.

Aftur í ár er bøn og vón okkara, at tikið verður væl undir við hesi áheitan. 

Takk fyri!

Føroyska sjómansmissiónin hevur konto í peningastovnunum:

Bank Nordik​​6460-151.120.5

Eik Banki​​9181-497.551.2

Norðoya Sparikassi​9865-103.429.9

Suðuroyar Sparikassi​9870-428.207.9

LES EISINI  Latið pakkar til sjófólkið í sjeyti ár
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina