Tann rætta javnvágin

Trúboðin

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

Meðan eg sat og pakkaði eina gávu inn herfyri , sá eg eitt sitat á rulluni á gávubandinum: “Yesterday is history, tomorrow a mystery, today is a gift. That’s why it’s called present”.

– Væl vald orð at seta á eina gávubandsrullu, hugsaði eg.  

Dagurin í dag er ein gáva. Tað er nú, vit skulu liva og virka.

Tey av okkum, sum hava verið í Ísrael vita, at Deyðahavið er ógvuliga salt. Tað er so salt, at eingin vøkstur er. Bert saltflakar liggja og flóta. Orsøkin til høga saltinnihaldið er, at vatn bara rennur í og einki rennur úr. Har eru hvørki røringur ella útskifting, og av hesum doyr alt lív.

Myndaliga eiga vit at ansa okkum, ikki at gerast sum Deyðahavið. Tað hendir, um vit ganga í kirkju, á møti, í sunnudagsskúla, til juniorarbeiði, til sjómanskvinnuring, til bíbliutímar og á legur uttan at rætta eina hjálpandi hond, har tað krevst. Vit hoyra orðið, ja. Vit taka undir við tí, ja. Vit trúgva tí, ja. Men vit hjálpa ikki til. Hetta er alt sjálvboðið arbeiði, og um øll settust hendur í favn og bara væntaðu at verða undirhildin, so datt jú alt niðurfyri.

Tað øvuta av hesum er, tá ið vit ganga í kirkju, á møti, í sunnudagsskúla, til juniorarbeiði, til sjómanskvinnuring, til bíbliutímar og á legur og vit hjálpa til allastaðni, har vit kunnu. Viðhvørt eru vit í tvístøðu, tí tvey ella trý tiltøk eru samstundis. Vit eru so virkin, vit arbeiða sum fyri lívinum, tí hetta er jú týdningarmikið! Men í øllum hesum góða gloyma vit sjálv at fylla á okkara tanga. Vit arbeiða so nógv, at vit ikki geva okkum stundir at njóta eitt Guds orð í kvirruni. Tyggja upp á tað. Lata tað sodna og gera okkum væl. Vit hungra andliga, og so við og við hevur tað avleiðingar á okkara tankavirksemi. Síðani á okkara atburð og avgerðir.

Hvørki av hesum báðum hevur ta røttu javnvágina. Og eitt orð sum sjálvsrannsakan er kanska ikki ovast á listanum yvir vælumtókt orð í dag. Men góðu systrar og brøður! Lat okkum ikki undirmeta týdningin av júst hesum. Hvussu brúki eg mína tíð? Hvussu raðfesti eg? Eri eg nøgd ella nøgdur við mínar raðfestingar? Eri eg ein glaður persónur? Ella er okkurt, sum eg kanska kundi broytt? Tíðin er avmarkað, einki er so vist sum tað. Latið okkum tí eins og gávubandsrullan boðaði frá, síggja dagin í dag sum eina gávu, har vit kunnu liva, virka, taka ímóti og geva.

Guds orð er livandi, eisini í okkara tíð, eisini beint nú, og tað sigur við teg, sum lesur: ”…søkið fyrst Guds ríki og rættvísi hansara, so skal alt hetta verða tykkum givið umframt.” (Matt 6,33).

Latið okkum øll taka okkum tíð til bæði at fylla á tangan, men eisini at geva frá okkum tað, sum vit hava fingið. Soleiðis kunnu vit, full av Guds anda, fara út at tæna í hansara víngarði. Standa vit saman í hesum, tá kemur stór signing at fylgja okkum. Gud signi okkum til tað!

Elinborg Osvaldsdóttir, Syðrugøtu