Tarajoq á veg á sín fyrsta summartúr

Tað mugu í minsta lagi tveir vanligir trúboðarar til at seta inn í staðin fyri ein sjómanstrúboðara!

Tá sjómanstrúboðarin, Torleif Johannesen í hesum døgum er á vitjan á Ørkini í Íslandi fóru trúboðarnir, Ólavur Jacobsen og Carsten Fonsdal Mikkelsen umborð á skipið Tarajoq, har teir týskvøldið, 19.4 skipaðu fyri eini andaktsløtu saman við tí 13 mans stóru manningini umborð.

Tarajoq er nýggjasta grønlendska havrannsóknarskip. Tað er bygt í Spania, har tað fór av bakkastokki í september 2021. Skipið hevur ligið í Føroyum í vetur, har tíðin er gagnnýtt at rigga skipið til til ferðirnar í summar. Millum annað hevur trolvirkið, Vónin útvegað trolið til Tarajoq. Navnið, ið verður borið fram sum Darajoq, merkir í grundini Salt og er eitt gamalt grønlendskt orð fyri Hav.

Men nú verður altso kósin sett á fyrsta sinni norðureftir móti Grønlandi, har nakrir mánaðar standa fyri framman við summartúrum  og granskarum umborð. Manningin hevur tí bjóðað trúboðarunum at koma og halda ein andakt. Felagssangurin varð skipaður av Ólavi Jacobsen, ið hevði tikið guitaran við umborð. Aftaná einar tveir sangir, helt Carsten Fonsdal Mikkelsen eina andakt, har hann tosaði um týdningin at leiða á rætta staðið, tá tú søkir svar uppá lívsins smáu og stóru spurningar. Vit eiga at minnast til, at vit eru skapað sum menniskju, eru elskaðu og útvaldu børn Guds, og eiga steðga at halda um okkum sjálvi, at vit eru framkomnar apuverur. Tí so villast vit í okkara leitan, segði Carsten Fonsdal Mikkelsen og legði afturat, at tá ið vit leita eftir onkrum, vit mangla í lívinum, so mugu vit byrja okkara leitan hjá Gudi, ið vil geva okkum alt annað umframt.

Ólavur Jacobsen hevði eisini tikið við sær umborð eina lítla gávu frá Føroysku Sjómansmissiónini, sum var eitt innrammað bíbliuørindi. Ørindið stóð sjálvandi á grønlendskum máli, men somuleiðis á donskum máli, ið er felagsmál hjá tí í høvuðsheitum føroysku og grønlendsku manningini.

Aftaná andaktina var somuleiðis tíð til ein kaffimunn í messuni, áðrenn teir báðir trúboðarnir fingu eina rundvísing umborð á hesum stásiliga og vælútgjørda granskingarskipinum. Ætlandi setir Tarajoq kósina móti Grønlandi í dag.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina