TeenStreet í hæddini
Í hesum døgum er stóra TeenStreet legan í Offenburg í Týsklandi. Av teimum umleið 3.300 fólkunum, sum møtast har í ár, eru næstan 400 føroyingar við – harav 260 tannáringar úr øllum landinum. Hini 130 eru bólkaleiðarar, starvsfólk og børn. Hetta er størsti føroyski hópurin í Týsklandi síðani 2019.
Innihaldsrík lega
Evnið í ár er 7 – Sjey ella Seven – sum vísir til brøvini til tær sjey samkomurnar í Opinberingini. Gjøgnum vikuna verður undirvíst út frá hesum 7 brøvunum, soleiðis at tey ungu kunnu læra um tey og av teimum; og hvussu tað kann síggja út í tannáringalívum í dag. Sum vanligt er evnið gjøgnumgangandi í mainhall lovsangi, dansi, spølum og undirvísing; og eisini í andaktunum við liðnum.
Throne room, Banana Joe, Interact, Prayer, RAG race, Mainhall, Art zone… hetta er bert nøkur av heitunum, sum hava við TeenStreet at gera. Tað eru sera nógv spennandi tiltøk at fara til á TeenStreet økinum hesa vikuna, sum legan varar: fyrilestrar, ítróttur, kór, dansiverkstovur, kioskir og so bara møguleikin at koma at kenna onnur ung trúgvandi úr øllum Evropa og aðrastaðni við.
Pól tulkaði Tom
Á TeenStreet verður eitt stórt og gjøgnumført arbeiði gjørt fyri at bera boðskapin fram á ein hátt, sum fangar tannáringarnar úr øllum hesum ymisku londunum og mentanunum. Millum annað verður alt tulkað til føroyskt og onnur mál, soleiðis at allir luttakarar skilja tað, sum verður sagt.
Í bíbliutímanum í morgun var Tom Jacobsen úr Havn ein av fýra, sum bóru boðskapin fram. Øll talan á pallinum varð tulkað til føroyskt – og tað var nokk so stuttligt fyri føroyingarnar at hoyra Tom tosa á enskum, og so Pól í Skorini at umseta tað til føroyskt. Evnið var úr Opinberingini um samkomuna í Efesus, og fokuspunktið var “at halda seg á rættari kós.”
Fylg við
Tú kanst fylgja við leguni, hoyra innsløg, lesa tíðindi og síggja myndir á síðuni hjá TeenStreet Føroyar á facebook og instagram. Eisini ber til at fara á Youtube og hoyra og síggja løturnar, sum eru í Mainhall á TeenStreet. Far inn á Youtube – leita fram síðuna TeenStreet Europe, og so finnur tú leinkjuna har. Tað verður stroymt live, men eisini ber til at hyggja forskotið. Løturnar í Mainhall eru hvønn morgun kl. 8.30 (føroyska tíð) – tá er bíbliutími og frálæra – og klokkan 18.30 um kvøldið er Throne Room ella lovsangsløta.
Bið fyri TeenStreet
OM Føroyar heitir á øll um at biðja fyri leguni og luttakarunum:
Bið um verju.
Bið um, at tey ungu eru opin andaliga, og bið fyri liðleiðarunum.
Slagorðini hjá TeenStreet eru: Be bold, Go deep, Have fun – á føroyskum Verið Djørv, Gravið djúpt og Havið tað stuttligt – bið um, at tey ungu uppliva hetta.
Kelda: OM Føroyar