– Tey brendu fyri at boða evangeliið fyri sjófólkinum

Soleiðis sigur Frants Jensen um tey, ið byrjaðu føroyska sjómansmissión fyri 100 árum síðani. Frants hevur skrivað bókina “Lívgað sjófólk í eina øld” um virksemið hjá sjómansmissiónini frá byrjan og heilt til dagin í dag. Heimamissiónsforlagið gevur út.

Bókin er søgan um sjómansmissiónina í eina øld. Um hvussu sjómansmissiónin hevur fylgt fólkinum stað úr stað, og hvussu hon hevur lívgað sjófólk bæði andaliga og handaliga.

Tað var fyrst í 2017, at Torleif Johannesen, sjómanstrúboðari, fyrstu ferð nevndi fyri Frants, hetta, at fara at skriva eina bók um sjómansmissiónina.

– Eg varð spurdur, um eg kanska hevði hug at farin undir hetta, og nakað seinni gjørdist hetta meira ítøkiligt. Eg var greiður yvir, at hetta kravdi meira enn bara at skriva í frítíðini og um kvøldið, so eg mátti fyrst tosa við arbeiðsplássið hjá mær. Eftir at eg fekk gjørt avtalu við arbeiðsplássið um niðursetta arbeiðstíð, varð avgerðin tikin um at fara undir hesa bókina.

Avtala varð eisini gjørd við Heimamissiónsforlagið, hetta var í juni fjør. So arbeiðið hevur tikið gott og væl eitt ár, sigur Frants.

Eina ritstjórn til hjálpar

Afturat sær at arbeiða við bókini hevur Frants havt ein arbeiðsbólk, ella kanska rættari eina ritstjórn, har manningin var Torleif Johannesen, Heri Tróndheim, Jákup Olsen og Jóhan Henriksen. Teir báðir fyrr nevndu umboðaðu sjómansmissiónsarbeiðið hjá Heimamissiónini og hinir báðir tað hjá Kirkjuliga Missiónsfelagnum. Harafturat hevur Hjørleif Poulsen rættlisið bókina.

– Hetta, at skriva eina bók, var nýtt fyri meg, hóast eg havi skrivað nógv gjøgnum árini, serliga í Trúboðanum, og tí var tað sera týðandi fyri megat hava góð fólk afturat mær. Eg hevði als ikki kunnað gjørt hetta einsamallur. Bólkurin fylgdi mær í skrivingini, og so hvørt sum eg hevði skrivað ein ella tveir kapitlar, so sendi eg tilfarið til teirra. So møttust vit og tosaðu um hetta, og teir gjørdu viðmerkingar og søgdu, hvat var gott ella minni gott. Teir hava verið við alla tíðina og hava gjørt eitt sera stórt arbeiði og fingið nógvar upplýsingar og myndir til vega. Teir hava verið sera góð hjálp, sigur Frants.

Fimm høvuðspartar

Bókin, sum er 215 blaðsíður, er býtt upp í fimm høvuðspartar.

LES EISINI  Stórt úrval av uppbyggjandi bókum í Nesvík

Tann fyrsti er um byrjanina til sjómansmissión í Føroyum. Har verður sagt frá, tá sjómansstova letur upp á Tvøroyri í 1918, og eisini um sjómansstovur í Vestmanna og Fuglafirði og sjómansarbeiði í Klaksvík.

Annar partur er um sjómansmissión í Føroyum. Har verður skrivað um øll sjómansheimini í Føroyum, sjómanskvinnuringarnar og Bróðurrringin á Havinum. Eisini verður greitt frá um, tá ið bæði Sjómansmissiónin og eisini Bróðurringurin á Havinum fóru í tvíningar. Tað gjørdist til sjómansmissiónsarbeiðið hjá Heimamissiónini og sjómansmissiónsarbeiðið hjá Kirkjuliga Missiónsfelagnum. Í dag er gott samstarv millum partarnar.

Triði høvuðsparturin er sjómansmissión uttanlands. Har verður greitt frá arbeiðinum hjá Sjómansmissiónini í Íslandi, Grønlandi, Stóra Bretlandi og Danmark.

Fjórði parturin er um arbeiðið síðani 1993. Tá broyttist arbeiðið, tí tað var tá, at núverandi sjómanstrúboðarin byrjaði í fulltíðarstarvi, og arbeiðið uttanlands varð umskipað. Hesin parturin snýr seg mest um arbeiðið hjá sjómanstrúboðaranum.

Fimti og seinasti parturin kallast: Hvat heldur sjómaðurin um Sjómansmissiónina? Her hava níggju ymiskir sjómenn svara uppá, hvønn týdning Sjómansmissiónin hevur havt fyri teir.
– Hetta er fyri at fáa teirra hugsan um Sjómansmissiónina. Og stuttligt er at leggja til merkis, at nógvir av teimum nevna jólapakkarnar. Eisini eru teir glaðir fyri at fáa vitjan umborð av sjómanstrúboðaranum, sigur Frants.


Skipað eftir evnum

Bókin er skipað eftir evnum. Tað merkir, at tá ið eitt evnið verður viðgjørt, til dømis Tórshavnar Sjómansheim, so er tað í tíðarrað, frá tí tað byrjaði til tað endaði. Síðani verður næsta evnið viðgjørt á sama hátt. Tað hevur við sær, at lopið verður í tíð, og í nøkrum førum verður okkurt endurtikið, ið er nevnt í onkrum øðrum kapitli. Somuleiðis verða summir persónar nevndir í fleiri kapitlum, meðan aðrir bara í einum.

– Av tí at bókin er býtt upp í evni, ber til at lesa bara einstakar kapitlar og ikki alla bókina, um tað skuldi verið, at okkurt evni hevur serligan áhuga, sigur Frants.

 

Verið í gjøgnum nógv skjøl

Í bókini eru nógvar myndir.

– Eg havi roynt at fingið nógvar gamlar myndir fyri at kunna lýsa søguna so væl sum gjørligt. Eisini nógvar persónsmyndir, til dømis av øllum fólkunum, ið hava verið fyristøðufólk á teimum ymisku sjómansheimunum. Nakrar myndir eru fingnar frá Tjóðsavninum, men eru annars frá fólki kring alt landið.

LES EISINI  Sera forkunnug upptøka: Sangur og andakt á sjómansheiminum í Føroyingahavnini

Aftast í bókini eru viðmerkingar, sum tøl í tekstinum vísa til. Her ber til at lesa hvørjum keldum upplýsingarnir eru komnir frá og at finna fleiri upplýsingar.

– Eg havi verið í gjøgnum eina rúgvu av skjølum. Havi eisini leitað nógv í gomlum bløðum. Eg havi havt samrøður við eini 35-40 fólk. Johs. Andr. Næs, sáli, var mær sera hollur stuðul, og frá honum havi eg fingið stórar bunkar av tilfari um sjómansmissión, sum hann hevur savnað gjøgnum eitt langt lív, sigur Frants.

Eitt diakonalt arbeiði

Bókin er gjørd sum ein heild, men kann eisini nýtast sum ein uppslagsbók um ávís arbeiðir.
– Tá eg nú havi lisið alt tilfarið í gjøgnum, má eg siga, at tað er øgiliga nógv tilfar til um føroyska sjómansmissión og tað, sum er hent gjøgnum tíðina, ja, so nógv, at tað kundu verið skrivaðar fleiri bøkur. Bara um arbeiðið í Grønlandi er so nógv tilfar, at tað saktans kundi verið ein bók bara við tí. Men, sum avtalað varð, áðrenn eg fór í gongd, so skuldi bara tað týdningarmesta takast við, so at lesarin í einari bók kundi fáa alla søguna, sigur hann. Í hesi bókini er dentur lagdur á arbeiðið hjá sjómansmissiónini, og tað arbeiði, hon hevur gjørt á teimum ymsu støðunum bæði burturi og heima.

– Arbeiðið gekk serliga út frá sjómansheimunum, og tað var bæði við handaligari hjálp, men so sanniliga eisini við tí andaliga, so sum andaktum og møtum og at bera kristna boðskapin fram á annan hátt. So talan hevur verið um eitt diakonalt arbeiði, tí umstøðurnar vóru ikki altíð so góðar. Nú eru tíðirnar og umstøðurnar broyttar so ómetaligt, at tað kann als ikki samanberast, sigur Frants.

Ágrýtin undangongufólk

Í arbeiði sínum at skriva hesa bókina er Frants komin fram á mangt forvitnisligt og áhugavert, men tað, sum hann serliga hevur lagt til merkis, er, hvussu ágrýtnir persónarnir vóru í arbeiðinum.

LES EISINI  Minnast tey sjólátnu

– Eg hugsi serliga um ta fyrstu tíðina hjá sjómansmissiónini, hvussu hesi undangongufólkini  brendu fyri at boða evangeliið fyri sjófólkinum, og vóru tilvitað um, at tað mátti koma út allastaðni, har sjófólkið var. Tað undrar meg rættiliga nógv, hvussu nógv varð lagt fyri at fylgja sjómanninum, hvar hann so fór. Sjómanmissiónin byrjaði á Tvøroyri í 1918, og tá var sera nógv virksemi, og ein sjómansstova varð keypt har suðuri. Síðani kom sjómansheimið í Havn og seinni í Klaksvík og Runavík. Men longu í 1923 fór arbeiðið til Íslands, tí tá vóru føroyingar farnir at fiska har, í 1936 varð byrjað í Grønlandi, tí tá vóru føroyingar farnir at fiska har. So tað var øgiliga nógv lagt fyri, fyri at fáa boðskapin út til sjómenninar, sigur Frants.

– Í 1923 byrjaði Bróðurringurin á Havninum, og tað vóru nógvir teir somu persónarnir, sum vóru uppi í har. Tá var hvíludagurin hildin heilagur, og møtir vórðu hildin umborð. Og tað er eisini sera áhugavert at lesa um vekingar, sum vóru umborð á skipum.

– Tað verður mett, at í 1920unum vóru umleið 3.000 føroyingar í sjóvinnuni. Tá var fólkatalið í Føroyum nógvar ferðir minni, enn tað er í dag, so tað hevur verið ein sera stórur partur av teimum ungu og vaksnu monnunum, sum har vóru. So sjómansmissiónin hevur havt eina sera stóra ávirkan á fólkið, leggur hann afturat.

Gott at vera komin á mál

Frants er glaður fyri at verða komin á mál við hesum arbeiðinum at skriva, og at bókin nú kemur út fyrsta dagin. Hann vil fegin takka øllum teimum, sum hava hjálp til á ymsan hátt, og sigur, at uttan tey var eingin bók.

– Tað hevur kravt nógva tíð og orku at skriva hesa bók. Nú eri eg ómetaliga glaður, at bókin er liðug, og eg vóni, at hon verður til signingar. Eg vóni, at fólk fer at síggja tann stóra og fjølbroytta týdningin, sum sjómansmissión hevur havt og framvegis hevur andaliga, og eisini mentanarliga í føroysku tjóðini, sigur Frants Jensen at enda.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina