Tí kann #MeToo og #BlackLivesMatter verða ein hóttan í móti tíni trúgv

Carsten Fonsdal Mikkelsen

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

Í hesum tíðum eru tað miklir máttir, sum leika í. Valdsmiklar áskoðanir fløða inn yvir okkum, bornar av skúmandi bylgjum frá alnótini. Hesar áskoðanir bera ofta eitt evni fram, sum tú í fyrstu atløgu bert kanst verða samdur við. Men undir kavi liggja vandar fjaldir fyri tíni kristnu trúgv.

Vit eru skapað til at elska Guð og menniskju. Hetta er bíbliunnar grundlóg, og tí kann tað ikki verða nakar ivi um, at øll kristin menniskju eiga at bera seg rætt at mótvegis næsta sínum.

Ja, í roynd og veru so væntar Guð meira av okkum, enn at vit bara skikka okkum væl. Hann væntar, at vit íðin leggja alla orku í at tryggja okkum, at okkara medmenniskju hava tað gott.

Og tað hevur við sær, at vit sjálvandi ikki bera okkum ósømiliga at móti menniskjum av øðrum kyni, eins og vit heldur ikki geva menniskjum ymiskt virði alt eftir teirra húðarliti.

Tí kennist tað einfalt og lætt fyri okkum kristnu bert at nikka og rópa AMEN, tá altjóða rørslur sum #MeToo og #Blacklivesmatter hvør á sínum øki fara inn í stríðið fyri at tryggja, at vit bera okkum sømiliga at hvør móti øðrum.

Tíverri eru báðar hesar rørslur góð dømi um, at vit í hesum árum flyta okkum móti tí eftir-kristna samfelagnum, har menniskjansligar siðreglur koma í staðin fyri tað kristna samfelag, sum vit einaferð kendu.

Tað moralska samfelagið

Í tí nýggja moralska samfelagnum finst eingin fyrigeving! Tí verða gamlar standmyndir rivnar niður, og menniskju skulu standa til svars fyri fortíðar gerðum. Hevur tú einaferð gjørt eitt mistak, kanst tú, í tí moralska samfelagnum, ikki vóna, at tú aftur fært nakað litið upp í hendur!

LES EISINI  Væleydnað "Trúgv og Samfelag" í snotuligu Løkshøll

Dr. phil. lektor emeritus Michael Böss skrivar so beinrakið í Kristiliga Dagblaðnum:

”Her finst eingin synd ella afturbøting, men bert brotsmenn og offur. Her eru tað sjálvbodnir vaktarar hjá meirilutanum, sum halda dómadag fyri okkum. Her liva vit undir lógini og her finst ongin náði!”

Michael Böss, Dr. phil. lektor emeritus
Mynd: Clay Banks / Unsplash.com

Mentanin ávirkar trúnna

Tað eru hvørki #MeToo ella #Blacklivesmatter rørslurnar, sum einsamallar hava flutt okkum inn í tað eftir-kristnu øldina, men hesar rørslur verða bornar av enn størri og mætari rákum í okkara tíð.

Tey mætu rákini, sum bera LGBT-rørsluna og stríðið fyri rættinum til fría fosturtøku, eru onnur dømi um, hvussu tíðarandin tekur útgangsstøði í tí, sum uttan á líkist kærleika til medmenniskjað, – men í veruleikanum leiðir menniskjað burtur frá kærleikans keldu.

Ikki minst í heksapottinum hjá alnótini fylkjast hesar rørslur til eitt tíðarrák, sum føðir eina nýggja mentan fram, har eingin Guð er. Í hesi nýggju mentan er tað menniskjað, sum verður tilbiðið.

Eisini sum kristin verða vit ávirkað av hesi nýggju mentan.

Síðan syndafallið hevur okkum dámað betur menniskjunnar anda heldur enn Guðs anda, og nú mugu vit stríðast meira enn nakrantíð fyri at geva Guðs anda loyvi til at ráða í okkara lívi.

Tað er so lokkandi at lata seg taka við av moralska tíðarrákinum uttan at geva sær meira far um, hvagar vit verða leidd.

LES EISINI  Trúgv og Samfelag: Fyri vali og fríum lívi  (2. partur)

Vit ynskja at vera eyðkend av eini góðari siðalæru og tað liggur í okkara sjálvsfatan, at vit vilja stríðast ímóti ójavna millum menniskju.

At síggja til eru hetta góðar og reinar ætlanir. Tí eru vit so viðbrekin mótvegis tí álopi, sum eltir okkara trúgv í hesum árum. Men undir kavi liggja trupulleikar fjaldir.

Nei til ófrið og glatan

Mín hugsan er, at vit sum kristin mugu siga nei til #MeToo, #Blacklivesmatter og eina røð av øðrum rørslum, sum hóast teirra góðu ætlanir, rekur mannaættina í móti ófriði og glatan.

Um vit lata okkum ríva við av tíðarrákinum og byrja at endurtulka Bíbliuna, soleiðis at hon rúmar samkyndum samlívi og jagstrar syndarar, so kunnu vit ikki longur verða ljós í hesum heimi.

Men vit skulu ikki gloyma tey góðu endamál, sum settu rørslurnar í gongd. Í roynd og veru eru vit tey einastu, sum kunnu veita hjálp til tey mongu menniskju, sum á ymsan hátt biðja um rættvísi og kærleika.

Vit mugu meira enn nakrantíð verða fús at bera Guðs kærleika til okkara medmenniskju. Tí sannur kærleiki kemur frá Guði, og tað er einans hesin kærleikin, sum av sonnum lærir okkum at virða mørkini hjá hvør øðrum, og sum hjálpir okkum at elska og æra hvørt annað uttan mun til húðarlit.

Vit mugu tala at, tá vit uppliva náðileysa jagstran av syndarum í staðin fyri fyrigeving. Guð vil endurreisa tann, sum hevur liðið órætt og bjóðar syndarum fyrigeving og møguleika at byrja av nýggjum.

LES EISINI  Átrúnaður í almenna rúminum 1. partur

Og vit vita, at fyrigeving er líka umráðandi fyri tað menniskja, sum fyrigevur, sum fyri tann, sum verður fyrigivin.

Vit mugu halda fast við, at Guð veit best undir hvørjum umstøðum kærleikin manna millum trívist best, eisini um tað merkir, at hin samkyndi má liva eitt lív uttan kynslív.

Vit mugu boða víða hvar, at skaparin av øllum heldur skil á, hvørjum hann gevur lív, eisini um tað gerst ein trupul støða, tá ein er vorðin við barn.

Svíkja vit Guð, svíkja vit tey, hann elskar

Hesin heimur er miskunnarleysur. Men sum kristin eru vit ikki av hesum heimi. Okkara heim er eitt náðiríki, men pápi okkara hevur í kærleika sent okkum út í henda heim, fyri at vit skulu hjálpa menniskjum at æra og elska hann og hvørt annað.

Um vit slaka mótvegis teim virðum og tí grundarlagi, sum pápi okkara hevur sent okkum út frá, so kunnu vit ikki longur verða ljós í heiminum.

So verður bert myrkur og tómleiki eftir. Tá hava vit svikið tær særdu kvinnur, sum rópa #MeToo. Tá hava vit svikið tey littu menniskju, sum í teirra neyð rópa #Blacklivesmatter. Lat okkum bera friðar gleðiboðskapin, sum bæði vil fáa skil á órætti, men eisini halda fast við at bert Kristi kærleiki kann sameina okkum og seta okkum í frælsi til at liva saman í kærleika.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina