Tíðin gongur líka skjótt sum altíð

Trúboðin

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

Herfyri  var eg í eini veitslu, eini ”Guiness-veitslu”, har okkara løgtingsformaður hugleiddi yvir ættarlið, og hvussu nógv ár tvey menniskju kunnu liva samanlagt. Hetta havi eg eisini hugsað um hesar seinastu dagarnar, har omma konu mína júst er farin  í Harrans hendur. Vit eiga eina mynd av ommuni, har hon situr undir dóttur okkara á dópsdegi hennara. Omman varð fødd í 1919 og Miriam hjá okkum í 2013. Skuldi tað hent, at Miriam verður líka gomul sum langomma sín á Skála, so livir hon til vit skriva 2107, og so vilja hesar báðar, sum eru á mynd saman hava livað í næstan 200 ár tilsamans. Vit kunnu bara ímynda okkum, hvussu nógv heimurin er broyttur hesi árini.

Um tú stendur omanfyri húsini hjá mínum verforeldrum og hyggur inneftir, so sært tú eitt stórt stykki av veltari jørð, sum abbi konuna velti við hond fyri nógvum árum síðani. Nú liggja hesir teigar, saman við sera nógvum øðrum teigum, óslignir, tí hoyggið verður fingið til høldar uppá aðrar mátar. Hetta er broytt bara síðan eg var unglingi, tá vit einans hoyggjaðu turt, men nú er tað næstan undantak at síggja full turkiløg ella sátubørn.

Eitt annað, sum er so gott sum burtur, er góða gamla prátið. Nú verður ikki so nógv tosað um, nær eitt ella annað mundi henda. Tað verður heldur ikki hugt til tann, sum man vita best, tí vit hava øll Google í lummanum, og tað er ikki ting, sum Google ikki veit. Hetta er eisini broytt síðan eg var piltur, tá tey vóru heldig, sum høvdu fleiri sjónvørp í húsinum og enntá video. Nú síggi eg seks skermar, sum allir hava meir ella minni atgongd til allan heimin hiðani, sum eg siti og skrivi. Har sum tað fyrr var prát, um eitt sjónvarp skuldi standa í stovuni ella ikki, tí tað tók alt uppmerksemið, er tað kanska júst har, tað skal standa nú, tí so kunnu øll hyggja í sama skerm og ikki øll, hvør í sínum lag at sínum skermum.

Eg hoyrdi eina sending á P1 í Danmark ein dagin, har tvey ættarlið vóru í studio og tosaðu um sosialar miðlar. Eitt, sum var hugvekjandi við hesum báðum, var, at tann eldri tosaði nógv um, hvussu hann opnaði browsaran hjá sær og loggaði á og av, tá hann skuldi vera á Facebook. Tað, at logga á og av, var slett ikki partur av lívinum hjá tí yngra. Hann hevði ikki eitt lív í dagligdegnum, eitt fysiskt lív og eitt á telduskerminum; fyri hann var tað eitt og tað sama.

Tá omma konuna fortaldi um, hvussu hon var smágenta, var tað við stjørnum í eygunum. Hon greiddi frá, hvussu stuttligt okkurt var, sum eingi børn høvdu funnið uppá at gjørt í dag, og vit kunnu bara ímynda okkum, hvat børn fara at gera, tá Miriam er gomul, men neyvan júst tað sama sum  børn gera í dag.

Alt skal talgildast, og alt skal, sum eg havi skrivað um fyrr her, effektiviserast. Vit geva okkum ikki tíð til nakað, tí vit skulu hava tíð til okkurt annað, men til hvat?

Tað er umráðandi, at vit ikki missa menniskjað burtur í hesum øllum, men hyggja at hvør øðrum viðhvørt, og koma hvør øðrum við, eisini í fysiska heiminum.

Magni Højgaard, Skála