Tíðindaskriv frá Háskúlanum í Nesvík

Skúlaleiðarin, Tummas Kannuberg, hevur tikið seg aftur sum leiðara. Stýrið takkar Tummasi fyri gott samstarv og ynskir honum góða eydnu og Guds signing. Tíðin hevur verið knøpp, og skotbráið nakað stutt at fyrireika komandi hálvársskeið. Ætlaða skeiðið í heyst er avlýst. Ístaðin verður arbeitt við smærri tilboðum, har møguligt er at hava dagsskeið, vikuliga undirvísing ella skeið við gisting í snotiliga nýbygninginum í Nesvík. Fólk kunnu eisini gleða seg til hálvársskeiðið, sum eftir ætlan byrjar summarið 2023.

Skúlastýrið

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina