Klokkan 18 letur tilmeldingin til Sangfagnaðin 2019 upp!
So er tað í kvøld, at tilmeldingin til eitt av sera væl umtóktu tiltøkunum í Leguhúsinum í Nesvík letur upp! Sangfagnaðurin (fyri 2.-7. flokk) er seinna vikuskifti í heystfrítíðini, 18.-20. oktober, og heitið í ár er: “Sum vit eru”.
Tekning til leguna
Í fjør varð tiltakið fullteknað eftir trimum tímum, so tað ræður um hjá foreldrum ella øðrum at sita klár við knappaborðið klokkan 18 í kvøld. Tilmeldingin fer fram á mission.fo/tilmelding.
Legan kostar 390 krónur fyri hvørt barn. Um tvey systkin eru á legu, fáa tey 40 krónur í systkinaavsláttri hvørt, og um trý ella fleiri systkin eru, er avslátturin 80 krónur fyri hvørt barn.
Atgongumerki til konsertina
Sum vant verða tvær konsertir síðsta dagin á sangfagnaðinum. Hesaferð verða konsertirnar í nýggju høllini í Leguhúsinum í Nesvík, og tær verða sunnudagin 20. oktober. Tann fyrra klokkan 14.30 og tann seinna klokkan 16.00.
Neyðugt er hjá foreldrum og øllum øðrum at keypa atgongumerki til konsertina, og kostnaðurin er 50 krónur fyri hvønn. Børn upp til og við trý ára aldur sleppa ókeypis, um foreldrini sita undir teimum.
Atgongumerki verða at keypa her, og atgongumerkjasølan letur eisini upp í kvøld klokkan 18.