Tín innara samrøða

Jákup E. Petersen

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

Hvat tosa tú og tú um í tíni innari samrøðu? Hevur tú tíð til samrøðu við teg sjálvan, ella er samrøðan við at doyggja av øllum tí áhaldandi undirhaldinum? Hóast henda innara samrøðan, tann innari skermurin, nú á døgum er hótt av tí ytra skerminum, so ímyndi eg mær ikki, at hon er fullkomiliga deyð enn.

Vit kenna til hugtøk sum positivar og negativar tankar, sum kunnu stýra innaru samrøðuni. At vit sláa okkum í høvdið, tí vit halda ov lítið um okkum. Við tíðini kann hesin tankin ávirka innaru samrøðuna so mikið, at vit halda, at øll halda lítið um okkum.

Vit hoyra tískil ofta eini ráð: Tú mást hugsa minni um, hvat onnur halda um teg, og ikki lata teg stýra av meiningini hjá øðrum. Og í eini tíð, har meiningin hjá øðrum hevur alt at siga, fyri at sleppa uppí part, so eru hesi ráð kanska ikki so einastandandi hóast alt.

Tí, hvussu gongur, um vit venda tí við? Halda nógv um okkum sjálv? Ja so nógv, at vit við tíðini ikki leggja í, hvat onnur halda um okkum, tí vit eru vorðin líkasæl og harvið ótolandi fyri umhvørvið, um vit onki leggja í tað, ið onnur siga um okkum?

Paulus viðger hetta einaferð í brævinum til Korint (1 Kor 4,3-4). Hann skrivaði:

LES EISINI  Hvussu kemur tú til Guds - tómhentur ella við fullum hondum?

”Men mær liggur tað ógvuliga lítið á at verða dømdur av tykkum ella av menniskjuligum dómstóli; ja, eg dømi meg ikki sjálvur heldur. Tí at eg veit einki við mær sjálvum, men fyri tað eri eg tó ikki rættvísgjørdur; men tann, sum dømir meg, er Harrin.”

Eg ímyndi mær, hvussu Paulusar innara samrøða gongur fyri seg. Fyri tað mesta, vænti eg, at samrøðan hevur verið merkt av dagligum bíbilskum sannleikum innyvir hansara lív. Men hann var ikki ein fullkomin maskina einans við positivum tankum. Áðrenn hann vendi um, forfylgdi hann kristnum, sum eitt nú gjørdi, at hann føldi seg sum tann ringasta av ápostlunum.

Paulus sigur, at hann letur seg ikki stýra av hugsanini hjá øðrum. Men so sigur hann tað, sum er ein stór avbjóðing til okkara tíð. Eg lati meg heldur ikki stýra av míni egnu hugsan um meg. Tað einasta, sum hevði týdning var, hvat ið Gud helt um seg. Tí hann visti, at hann ikki kundi verða rættvísgjørdur fyri menniskjum við egnari megi. Ei heldur rættvísgera seg sjálvan.

LES EISINI  Hvussu kemur tú til Guds - tómhentur ella við fullum hondum?

Í tí dagliga hevur henda samrøða týdning fyri ein kristnan. At vit sóla okkum í Guds orðum til okkum. At vit – í Kristi – eru nýggir skapningar, hansara elskaðu børn, sum hann er stoltur av. Samstundis, at vit tora at stara syndina í eyguni og taka kvalaratak við hana. Soleiðis kann kampurin móti djevulinum og syndini berjast á tryggari grund – náðigrund.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina