Tit skulu verða hataðir…

Herfyri kundu vit lesa eina ørkymlandi grein um kristnar minnilutar í Kristelig Dagblad. Sambært greinini hava tilsamans níggju deilstatir í India hetta seinasta árið fingið í lag anti-umvendingar lógir og hesar lógir geva hinduistiskum sjálvtektarbólkum eina lógliga grund til at søkja at kristnum. 2021 var eitt óhugnaligt ár fyri kristin í India, og tað er líkt til, at tað gerst alsamt verri. Um jólahøgtíðina vórðu kirkjur álopnar, skúlar atsóktir og kristnar bøkur vórðu brendar. Nógv indisk kristin verða nú noydd til at geva seg út fyri at vera hinduar fyri at verja seg sjálvi.

Og tit skulu verða hataðir av øllum fyri navns míns skuld; men tann, ið heldur út til enda, hann skal verða frelstur.
Matt.10,22

Ríkar og góðar útvarpsbylgjur
Við vandanum fyri at verða álopin, um tú játtar teg sum kristnan, fara upp aftur fleiri at kenna seg at vera noydd til at loyna teirra persónligu sannføring fyri samfelagi og familju. Hetta merkir, at tað verður sera trupult at vera partur av einum staðbundnum kristnum felagsskapi, og at møguleikarnir fyri at kunna fáa andaliga føði gerast smáir. Tí fær miðlamissión ein heilt avgerandi týdning í missiónstænastuni í India. Tí gjøgnum útvarpið er tað møguligt at upplæra og undirvísa staðbundnum bíblistudiebólkum, og tað er somuleiðis møguligt at ugga og eggja hini einsamøllu kristnu kvinnuni ella manninum, sum eru noydd at lurta eftir útvarpinum í loyndum av ótta fyri, at familjan skal gerast var við, at hon ella hann er kristin. Hatrið mótvegis teim kristnu er sera sterkt millum víðgongdar hinduistar og tað tykist at vaksa. Tey kristnu hava trupult at skilja, hví slíkt hatur er lagt á tey. Ein kristin indiskur bóndi setir her orð á sínar frustratiónir: “Eg skilji tað bara ikki”, sigur hann. “Hvat er tað vit gera, sum fær tey at hata okkum so?”

Likamligt og sálarligt trýst
Sambært indisku stýrisskipanini hava kristin og aðrir átrúnaðarligir minnilutar loyvi at savnast frítt, og í nøkrum av deilstatunum í India kanst tú alment játta teg sum kristnan, uttan at tú verður lagdur undir hatur ella verða í vanda fyri at verða atsøktur frá samfelagnum, tú ert partur av. Men India er eitt risastórt land við einum fólkatali, sum er meira tvífalt so stórt sum samlaða fólkatali í Evropa tilsamans. Tí er styrkin av atsóknum ógvuliga ymisk, treytað av, hvar í India, tú ert. Alt fleiri deilstatir hava hert tónalagið mótvegis átrúnaðarligum minnilutum, og hóast tað altso alment er trúarfrælsi í øllum India, so hava fyribils 9 út av 28 statum viðtikið sokallaðar anti-umvendingarlógir, sum gevur staðbundna myndugleikanum møguleika til at ákæra kristin fyri brot á lógina vegna “lógarbrot” sum kunnu vera at bjóða hindufólki inn til ein temunn.

“Eg skilji tað bara ikki. Hvat er tað, vit gera, sum fær tey til at hata okkum so nógv?”
Bóndi

Onkrastaðni verða kristin handtikin av følskum ákærum ella tey fáa forboð at keypa og selja frá øðrum í býnum. Aðrar staðir fær hinduistiska fólkið bót fyri at bjóða kristnum inn í heim teirra. Anti-umvendingarlógirnar geva myndugleikunum ein lógligan rætt til at seta hart at kristnum, men lógirnar gera samstundis, at vanligir indiskir borgarar kunnu leypa á kristin á gøtunum, uttan at hetta fær nakrar rættarligar avleiðingar fyri brotsmannin.

Tørv á forbøn
Støðan í fleiri av indisku deilstatunum leiða tankar okkara á Jesu orð í Matt 10,22: “Og tit skulu verða hataðir av øllum fyri navns míns skuld; men tann, ið heldur út til enda, hann skal verða frelstur.” Matt.10,22 Tað er skriftorð, ið kann vera trupult at halda seg til sum kristin í Norðanlondum, men fyri mong kristin í India, eru hesi orð ein veruleiki. Tað er ein stórur tørvur at leggja indiska fólkið fram fyri Gudi í bøn, og tað hevur størri týdning nú enn nakrantíð, at vit bera vón til indiska fólkið, kristin sum hindu, gjøgnum miðlarnar.
Norea: Jesper Noe

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina