Tori eg at tala Guds orð?
Men Pætur og Jóhannes svaraðu og søgdu við teir: «Dømið sjálvir, um tað er rætt fyri Guds eygum at vera tykkum lýðin heldur enn Gudi. Tí at vit kunnu ikki annað enn tala um tað, sum vit hava sæð og hoyrt.» (Áps 4,19-20)
Hesi skriftstaðið hevur ligið mær serliga nær seinastu tíðina. Kanska tí at mín trúgv, sum var dovnað og sera neyðarslig, er vaksin, og eg eri endurnýggjað í Kristusi. Tað var lættari fyri meg at tiga og halda meg í bakgrundini, enn at standa fram í Jesu navni og vitna gleðiboðskapin.
Versini fáa meg somuleiðis at hugsa: tori eg at talað Guds orð? Tori eg at tala ímóti tí, ið “ráðið” lærir og boðar? Ella eri bangin fyri, at tað, sum eg sigi, kann fáa avleiðingar fyri meg? Ella velji eg at tiga fyri at tekkjast menniskjum heldur enn Gudi? Má Gud hjálpa mær til ikki at skammast við Jesunavnið, og at eg má boða tann sanna og reina boðskapin.
Og teir góvu honum viðhald og kallaðu ápostlarnar inn aftur og húðflettu teir og buðu teimum ikki at tala í Jesu navni og lótu teir sleppa. Teir fóru tá burtur frá ráðinum, glaðir um at teir høvdu verið hildnir verdir at líða vanvirðing fyri navnsins skuld; teir lótu ikki av at læra hvønn dag í halgidóminum og heima og at boða gleðiboðskapin um Krist Jesus. (Áps 5,40-42)
Eg hevði viljað upplivað dirvið, sum Pætur og Jóhannus høvdu at standa fram. Teir skammaðust ikki við Jesunavnið. Hetta er enntá triðju ferð, at teir verða tiknir inn fyri ráðið, og hesaferð verða teir húðflettir og fáa áheitan um ikki at tala meira. Ja, tað fekk avleiðingar fyri teir, at teir boðaðu Jesus, men tað, sum er so óskiljandi, er, at teir fara glaðir út frá ráðnum og halda á at boða gleðiboðskapin. Hetta kann ein bert gera við hjálp frá Gudi og heilagum anda. Tí er tað so sera umráðandi, at vit lata okkum fylla av heilagum anda ígjøgnum orðið og bøn soleiðis, at vit kunnu verða før fyri at vitna um Jesus, eisini tá ið harðast leikar á, og før fyri at standa fast í trúnni hóast forfylging.
Okkara kristna lív kann vera sera svingandi, og vit hava upp- og niðurtúrar, og tá er eisini gott, at vit hava menniskju rundan um okkum, sum kunnu styðja okkum og áminna okkum og rættleiða okkum í kærleika.
Lat okkum ikki skammast við gleðiboðskapin, men lat okkum tora at standa fram í Jesu navni.
Diana Lamhauge á Skansa