Torleif vitjar á Ørkini
Hetta vikuskiftið vitjar Torleif Johannesen, sjómanstrúboðari, á føroyska sjómansheiminum Ørkini í Reykjavík.
Hesi tiltøk verða á skránni:
Leygarkvøldið 9. november klokkan 20:
Hugnaløta við drekka, andakt og filmi frá sjólívinum og við hugnaligari samveru.
Sunnudagin 10 november klokkan 16:
Alment møti, har Torleif talar. Aftaná verður drekka og hugnalig samvera.
Øll eru vælkomin.

Torleif Johannesen, sjómanstrúboðari