Tríggjar jólasøgur til hugnaløtur
Í eina mannaævi hevur Katrin Joensen savnað smáar søgur til børn – søgur, sum gjøgnum árini hava verið brúktar kring landið til upplestur í sunnudagsskúlum, sum góðnáttarsøgur og til hugnaligar familjuløtur í sofuni.
Nú hava vit fingið loyvi at lesa inn eitt úrval av hesum søgum, og vit fegnast um í dag at kunna bjóða fram tríggjar serligar jólasøgur. Silverius Jacobsen stendur fyri upplestrinum, og vit vóna, at søgurnar fara at bera varma, gleði og jólafrið til øll, ið lurta.
Sum sagt eru 3 søgur klárar í hesum umfari. Men tað kann væl hugsast, at hetta als ikki er nokk. Tíbetur ber til at finna bæði hesar tríggjar og ikki færri enn 69 aðrar søgur í nýggjastu bókini hjá Katrin Joensen, Ein undursom bjarging.
Carsten Fonsdal Mikkelsen



