Trúboðin framleiðir sjónvarpssending um føroysku bíbliutýðingina í 200 ár
Í ár eru 200 ár liðin, síðan fyrsti bíbliuteksturin varð útgivin á føroyskum. Men tað tók umleið 125 ár, áðrenn Victor Danielsen var klárur við fyrstu føroysku Bíbliuni, og heili 138 ár, áðrenn vit fingu eina samlaða bíbliutýðing úr upprunamálinum á føroyskum.
Men hvat var tað í veruleikanum, sum hendi fyri 200 árum síðani? Hví tók tað so langa tíð at koma við eini bíbliutýðing? Og hvat er so serstakt við Bíbliuni? Hesar spurningar hevur Trúboðin sett sær fyri at finna svarini uppá.
Í løtuni arbeiðir Carsten Fonsdal Mikkelsen við eini sjónvarpssending um søguna hjá føroysku bíbliutýðingini. Á leiðini roynir hann eisini at finna út av, hví tað er so týdningarmikið at kunna lesa Bíbliuna á sínum móðurmáli.
Eftir at Danska Bíbliufelagið útgav Mattheusevangeliið í Schrøters umseting í 1823, var handritið givið Det Kongelige Bibliotek. Har liggur tað enn, og fyri nøkrum vikum síðani var Carsten Fonsdal Mikkelsen frá Trúboðin í Keypmannahavn fyri at taka upptøkur til sendingina.
Sjónvarpssendingin Týðandi Orð verður væntandi liðug seinna í ár.
Um tú hevur hug at stuðla arbeiðnum hjá Trúboðanum, ert tú vælkomin at geva eina gávu. Tað kann gerast við at flyta pengar á konto: 6460-112.546.1. Hetta kann vera eitt einstakt gjald ella ein føst gáva. Vit takka fyri hvønn stuðul til at útbreiða Guðs orð.
Her kanst tú síggja aðrar møguleikar at stuðla arbeiðnum hjá Trúboðanum: https://trubodin.fo/studul-verk/trubodin-fo/