Langabbi lesur Trúboðan

Skrivað: Bjarta Ásbjørnsdóttir Berthelsen

Trúboðin hevur verið ein netmiðil í meir enn tvey ár. Tá Trúboðin gav sítt seinasta blað í 2018 hevði Heimamissiónin stórar vónir um at røkka út fleiri menniskju. Kortini vóru eisini nógvar stúranir, tí hvat nú við teimum gomlu trúføstu haldarunum? Megnaðu tey at fylgja við tøknini?

Langabbi mín er 90 ára gamal. Hann eitur Henning Mortensen og býr á Argjum. Tøknin forðaði ikki langabba at lesa Trúboðan. Hann sá tað sum sjálvsagda menning, at trúboðin gjørdist netmiðil, tí tíðin var farin frá blaðnum. Langabbi átti teldu, so tað var eingin trupulleiki hjá mammu og babba at leggja Trúboðan á ’skriviborðið’, og soleiðis gera tað lætt hjá langabba at sleppa inn á Trúboðan.

Langabbi lesur Trúboðan hvønn dag. – Andaligur lesnaður er barlast fyri tann kristna, greiðir hann frá. – Vit síggja og hoyra so nógvar nýggjheitir úr heiminum, men tá eg fari inn á Trúboðan, veit eg, at eg fái okkurt gott, sigur langabbi um Trúboðan.

LES EISINI  Falskur Trúboðin profilur á Facebook steðgaður

Eg var og vitjaði langabba jólaaftan. Tá sat hann við telduna í stovuni og lurtaði eftir góðum andaligum tónleiki. Langabbi greiddi frá, at hann fær so nógv burturúr øllum sangframførðslunum. – Mær dámar væl at lurta eftir sangi. Ein sangur er mær ein prædika. Tað eru ikki tilvildarlig orð hjá einum yrkjara, men Harrans orð, sigur langabbi.

– Eg lesi greinar, lurti eftir bíbliutímum og áhugatímum. Eisini dámar mær væl at lurta eftir Gullkorn. Teldan er mítt stóra tíðsfordrív, sigur langabbi, og tá er gott at fara inn á Trúboðan og fáa eitt gott orð.

Tá ið vit fóru avstað aftur, setti hann seg at hyggja at gudstænastuni, sum Trúboðin sendi jólaaftan klokkan 14.00.

Eigur tú foreldur, ommu og abba ella langommu og langabba sum eg, kanst tú vísa teimum Trúboðan sum netmiðil. Hjálp teimum og ger tað lætt fyri tey, so tey eisini kunnu fáa gleði av Trúboðanum.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina