Trý ting um sektir

Leif Andersen

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

Hvat hava sektir, Donald Trump og vit sjálvi til felags?

1. Eg havi hetta seinasta árið sæð fleiri dokumentarsendingar um sektir og sektleiðarar. Tað er rættiliga ræðandi. Og tað eru afturvendandi rák: Ein sterkur, karismatiskur og lýtaleysur leiðari. Fleiri ‘konspiratiónsteoriir’ um tann fíggindaliga heimin. Eitt heimssýn, sum ikki rúmar iva ella fjølbroytni. Eitt afturlatið ekkórúm, sum stýrir og sensurerar øll tíðindi. Eitt slag av revsiatgerðum, tá mistøk verða gjørd, ofta við at viðkomandi verður koyrdur úr innara kjarnanum ella úr sektini sum heild.

2. Tað mest ræðandi dømið er trumpisman. Í ávirkanarøkinum hjá Donald Trump manglar ikki eitt einasta av eyðkennunum hjá sektini. Men tað mest óvanliga er, at leiðarin er forseti í heimsins einasta stórveldi, og hansara fjepparar eru næstan helvtin av fólkinum í USA. Av hesum trúgva meira enn helvtin uppá eina konspiratiónsteori um eitt val, sum er stolið frá teimum, hóast eingi prógv eru fyri tí, og øll rættarskipanin, íroknað hægstirættur í USA, hava avvíst hesum. Og tað er hugstoytt, at júst so mong kristin, hvørs virðissett á so mongum økjum, skuldi ligið so langt burtur frá tí, ið hann umboðar, stuðla honum so inniliga.

3. Hvørji eyðkenni av eini sekt finna vit kanska, tá vit hyggja í hendan sama spegilin? Vónandi eingi. Í hesum ljósi kann ein til dømis verða rættiliga takksamur um ta eyðsýndu fráveru av sterkum og lýtaleysum leiðarum hjá MF (Menighedsfakultetet). Men tað er naivt at halda, at eingi vandi er á ferð. Fólki, ið strembar eftir valdi, hava tey missiónsku umhvørvini eisini havt ríkiligt av. Um vit til dømis liva í einum ekkórúmi og bara hoyra tey tíðindi, sum vit vilja hoyra, og har vit bara fáa avbjóðingar av okkara egnu meiningum og frá okkara egnu høvundum, so stongja vit okkum inni í okkum sjálvum. So verður ikki pláss fyri iva og fjølbroytni. Heimurin “har úti” verður ein fíggindi. Og vit enda sum sjálvrættvísir farisearar, sum ein avskeplað mynd av bíbilskari trúgv.

Kelda: Menighedsfakultetet / teologi.dk
Torfinn Jacobsen týddi.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina