Tryggleikin at trúgva

Trúboðin

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

Børn seta ótrúliga nógvar spurningar. Tey spyrja um alt møguligt løgið, sum vaksin als ikki  hugsa um. Einaferð hava vit nokk eisini undrast á hesi tingini, men hava langt síðani gloymt, at vit gjørdu tað. Tað er nógv, eg ikki fái svarað, tí eg als ikki kenni svarið. Men nógv av mínum aftursvarum vísa á ein altvaldandi Gud og Skapara.

Til tíðir kann eg sita og grunda yvir Guds stórleika: hvussu kann hann vera allastaðni í senn? Hvussu kann hann hava skapað so nógvar so ótrúliga ymiskar verur? Hvussu kann hann bæði hava skil á einum mannahjarta eins og á einum eldgosi, hvussu kann hann vera vakin alla tíðina? “Uhaa, tað er so ófatiligt hjá okkum at skilja!”

Onkur hevur onkuntíð spurt: Hvussu kanst tú trúgva uppá slíkt svass sum eina 6-daga skapan? Og hvussu kanst tú trúgva á ein ella annan Gud, sum letur so nógv órættvísi vera til? ……..Hugsa tær, um alt bara var rein tilvild! At byrjanin til tað heila bara var ein spreinging burtur úr ongum (hvussu kann tað forrestin bera til?), at einki endamál er við at vera her, at einki er eftir deyðan! Er tað so yvirhøvur neyðugt at halda lóg og landaskil?

Hvønn dag, áðrenn míni børn fara út fyri dyr, signi eg hvønn einstakan av teimum. Hetta gjørdu míni foreldur við meg, og havi eg tikið hetta til mín, sum nakað trygt og gott. Børnini spyrja ikki, hví eg geri tað ella um tað er neyðugt; tey vita hví! Tað fingu tey greitt frá sum yngri, tá tey undraðust á hesa handling.

Ein dagin nakað herfyri var sonurin farin at fiska saman við einum vinmanni. Tað var í arbeiðstíð, at hann ringdi at spyrja, um kann kundi sleppa. Tá eg var upptikin av øðrum ta løtuna, setti eg ikki teir nógvu spurningarnar um fiskitúrin. Heimkomin ringdi eg síðani til hann at vita, hvussu vorðið var. Millum annað spurdi eg hann, um hann hevði bjargingarvestin á: “Hvat sigur tú? Skal eg signa meg?” spurdi hann hart, tá hann ikki hoyrdi meg reiðiliga. Hetta fekk meg at flenna, tí tað var nokk so fitt, men eisini tí, at tað onkursvegna var so natúrligt fyri hann. Eg hugsaði eitt sindur um, hvat vinmaðurin mundi hugsa, men kom til ta niðurstøðu, at hann helst mundi halda tað vera eitt sindur ommusligt uppá ein góðan máta.

Tað, sum eg vil siga við hesum, er, at tað er óhugsandi, at eingin Gud er til, sum stendur aftanfyri alt. Eg havi so mangan upplivað eitt beinleiðis bønarsvar frá honum. Havi mangan kent hansara nærveru í pressaðum umstøðum. Og hetta, við at alt skaparverkið skal vera komið úr púra ongum, er burturvið. Eg hevði heldur ikki viljað ella torað at verið Gud fyri uttan. Hvar endar ein tá? Gud loyvir øllum tí ringa í heiminum, men tað er ikki endin. Tað er ein nógv størri heild, sum bíðar okkum í Guds ríki!

Eg signi míni børn, áðrenn tey fara út um morgunin fyri at leggja tey í Guds hendur. Hetta er ein brynja at geva teimum, so tey eru vard hvønn dag. Tað merkir ikki, at einki kann henda teimum. Men so eru tey í Guds varðveitslu, og Hann avger teirra lagnu hvønn dag. Hetta gevur mær – og vónandi eisini teimum – ein tryggleika.

Jütta Reynslág, Argir