Tú mást ikki hava aðrar gudar enn meg
“Tú mást ikki hava aðrar gudar enn meg” (2 Mós 20,3). Hetta er hitt fyrsta av hinum tíggju boðunum, sum Gud gav Mósesi á Sinai, eftir at Gud hevði leitt fólk sítt út úr Egyptalandi, út úr trælahaldinum. Alt hetta kanst tú lesa um í 2. Mósebók.
Gullkálvurin
Hóast Gud leiddi fólkið, gjørdi stór undur fyri eygum teirra og opinberaði seg fyri teimum, gjørdu tey sær ein skurðgud úr gulli, evnaðan sum kálv. Og tey góvu gullkálvinum æruna fyri, at tey vóru bjargað út úr Egyptalandi. Gud segði tá við Móses, at hann í vreiði síni ætlaði at oyða fólkið, afturfyri at tey bóru seg so illa at. Men Móses fór í forbøn fyri fólkinum, og Gud bønhoyrdi Móses, og fólkið var bjargað. Bert eitt av óteljandi dømum um Guds ríku náði og kærleika! Móses syrgdi fyri, at gullkálvurin varð burturbeindur, og leiddi fólkið aftur til hin livandi Gud.
Vit kunnu hugsa, at eitt tílíkt fólk, sum stoypir sær ein skurðgud úr gulli, hevur tørv á einum slíkum boði. Men er fyrsta boð viðkomandi fyri okkum í dag?
Nýmótans avgudar*
Tey, sum hava verið langvegis í feriu, námsferð ella annað, hava møguliga sæð fremmand tempul við skurðgudum, sum menniskju tilbiðja og ofra til. Standmyndir, ið eru tilevnaðar av menniskjahondum, og sum eru líka deyðar sum tilfarið, tær eru gjørdar úr. Her á okkara leiðum er ikki so vanligt við heidnum templum við skurðgudum. Nøkur eru, sum játta sína trúgv á annan átrúnað, men ein stórur partur av føroyingum játta seg at vera kristin. Men vit eiga ikki at vera blind fyri, at avgudar eru til í dag enn sum fyrr. Eisini her í Føroyum. Men avgudarnir í dag eru nýmótans!
Avgudarnir eru alt tað, sum vit upphevja til at vera óvikandi. Tey prinsipp og hugsanir, sum vit undirleggja okkum og ikki seta spurnartekin við. Tær sannføringar, sum vit seta alt upp ímóti og spegla okkum í.
Um Gud ikki hevur hetta plássið, kemur ein avgudur í staðin.
Tað kann vera:
- Ateisman, sum dyrkar skynsemi og mannavitið. Her er trúgvin á Gud skift út við trúnna á menniskjaliga hugsan.
- Materialisman, sum dyrkar lutir, sum eg eigi. Her eru statussúmbol sum hús, bilur, ymisk tól, útgerð og so framvegis í miðdeplinum.
- Økologisma, sum dyrkar náttúruna, har náttúrufriðan, býtisøkonomi, djóravælferð og burðardygd eru svarið uppá næstan alt.
- Fitnessmentanin, sum dyrkar kroppin og fyllir gerandisdagin við teljarum, matkurum og venjing.
- Narcissisman, sum dyrkar meg sjálva/n og brúkar ein stóran part av tíðini uppá at føra meg fram á sosialu miðlununum og ímillum vinirnar.
- Poppmentanin, sum dyrkar idol og alla tíðina speglar sær í tónleikarum, sjónleikarum og øðrum kendum.
- Misnýtsla, at vera bundin av spæli, rúsdrekka, rúsevnum og sex.
Tíð at kanna eftir
Fær Gud tað plássið, sum hann eigur í mínum lívi? Ella er annað, sum er komið í staðin? Hóast tað kann vera eitt sindur ræðandi, er tað sunt erliga at kanna eftir, hvar tíðin fer. Vit hava einans 24 tímar í samdøgrinum, men hvat verða tímarnir nýttir til? Eitt orðtak sigur “You are, what you eat”. Eins og maturin, vit eta, ávirkar likamið hjá okkum, er tað, sum vit brúka okkara tíð til, við til at evna okkum sum menniskju. Meira vit søkja Gud í bøn og við at lesa Guds orð, tættari koma vit at Gudi, og meira sleppur hann at mynda okkum.
Um vinir ikki brúka tíð saman, ikki tosa saman, taka alt annað framum og í mesta lagi geva hvør øðrum eitt sindur, sum loypur av, bæði av tíð og orku, so doyr vinalagið. Um eg ikki brúki tíð saman við Gudi, ikki tosi við hann og lurti eftir, hvat hann hevur at siga mær, og Gud í mesta lagi fær ta tíð og orku sum er til avlops, tá eg havi gjørt ALT annað, sum eg havi hug til – so fær Gud ikki tað plássið, sum hann eigur.
Hvussu nógva tíð brúki eg á samanlagt á Facebook, Snapchat, Instagram og Youtube um dagin? Og hvussu nógva tíð brúki eg saman við Gudi?
Hvussu nógva tíð brúki eg uppá fótbólt, ‘reality’sendingar, sendirøðir og filmar? Og er tað, sum eg hyggi og lurti eftir, við til at draga meg nærri at Jesusi, ella er tað fylt við levnaði, sum als ikki er við til at æra Kristus?
Er mítt hjartans ynski at líkjast Jesusi? Ella hevur tað størri týdning at líkjast kendum fólkum á reyða løparanum?
Er mítt hægsta ynski, at mítt lív ærir Gud? Ella hugsi eg oftari ígjøgnum dagin um, hvussu nógv likes eg havi fingið á facebook og um, hvussu eg kann verða kulari í eygunum á øðrum?
Hvussu nógvar pengar brúki eg til egna njóting, og hvussu nógv gevi eg til Guds ríki?
Ein er, sum aldri svíkur
Góðir vanar og prinsipp eru gagnlig. Tað er gott at eta heilsagóðan mat og fáa nóg mikið av rørslu. Men um Gud fær minni og minni rúmd, so kunnu sjálvt góð og gagnlig ting enda við at verða avgudar, sum stýra okkara lívi.
Hvar vit leita eftir gleði og meining í lívinum, sigur nógv um, hvat vit seta fremst.
Men Jesus Kristus, sum gav sítt lív fyri okkum, svíkur okkum ikki. Gud elskar okkum og vil hava eitt tætt samband við okkum sum síni børn. Hann bjóðar okkum inn í sína nærveru, og tað er so nógv meira spennandi enn nøkur Youtube-video ella Snapchat.
Fær Gud bara ta tíðina, sum er til avlops? So royn í dag at brúka nakað av tíni bestu tíð saman við Harranum. Tað er ómetaliga gevandi.
*Ein partur av brotinum undir yvirskriftini “Nýmótans avgudar” er beinleiðis týtt úr greinini “Moderne afguder”, sum Asbjørn Asmussen hevur skrivað. www.jesusnet.dk er ein heimasíða við fjølbroyttum tilfari viðvíkjandi kristna lívinum.