Tvær nýggjar føroyskar bøkur

Fyrstu jólini
” Eg beri tykkum góð tíðindi!” segði eingilin. “Guds sanni kongur er føddur í Betlehem!” Kom og undrast saman við hirðunum úti í haganum. Ver við í ævintýrinum saman við vísmonnunum, meðan teir fylgja stjørnuni í Betlehem. Fá eisini lut í gleðini hjá Mariu og Jósefi um undurfullu føðingina hjá barninum Jesusi.
Tom Wright endurgevur hendingarnar um fyrstu jólinia slíkan hátt, at hetta fer at fanga hugflogið hjá ungum lesarum og eggja teimum til at lesa og hoyra meira um, hvør Guds sanni kongu er.
Forlagið Vøkstur hevur givið út.

Prísur 125,00
Kann keypast her: Fyrstu jólini – Mín stóra søgubíblia— Manna.fo

Mín stóra søgubíblia
Mín stóra søgubíblia lyftir upplivingina at lesa eina barnabíbliu til nýggjar hæddir. Glaða frásøgan hjá Tom Wright er myndarík við djúpum alski til Skriftirnar. Og eins og hann vandaliga endurgevur hvørja søgu, so letur Tom Wright lesaran uppdaga, hvussu einastandandi væl bíbliusøgurnar eru tvinnaðar saman. Og hvussu tær skapa ta stóru søguna um Guds ætlan at fáa alt aftur á beint, tá ið himmal og jørð verða eitt.
Um tú lesur hesa barnabíbliu fyri teg sjálva/n ella fyri øðrum, so vilt tú fegnast um bíblisku afturljóðini og myndafrøðiligu sambondini, ið tilsamans skapa hesa stóru søgu. Og ikki nóg mikið við hesum, tí mín stóra søgubíblia sigur ikki bara frá nøkrum, ið fyrifórst í gamlari tíð: Hon fortelur eina livandi og viðvarandi søgu – søguna um Gud, ið vissuliga býður tær at gerast partur av henni!
Forlagið Vøkstur hevur givið út.

Prísur: 275,00
Kann keypast her: Mín stóra søgubíblia— Manna.fo

LES EISINI  Húsandaktskalendarin 2026 er at fáa á manna.fo
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina