Umsorgan – við støði í seinastu heilsan Jesusar til mammu sína og lærusveinin, hann elskaði

“Tá ið nú Jesus sá móður sína og lærusveinin, sum hann elskaði, standa har, sigur hann við móður sína: “Kvinna, har er sonur tín!” Síðan sigur hann við lærusveinin: “Sí, har er móðir tín!” Og frá teirri stund tók lærusveinurin hana heim til sín” (Jóh 19,26-27).

Maria mátti gjøgnum lívsins harða skúla

Vit steðga eina løtu við Mariu, móður Jesus, sum henda dagin stendur við krossin úti á Golgata við øllum sínum menniskjaligu kenslum. Hon bæði sær og hoyrir hesa ófatiligu líðing, ið hesin Guds sonur – sum hon hevur borið undir belti – má líða.

Her við krossin gingu orðini hjá gamla Símeoni út, har hann sigur við Mariu: ”ja, eisini tína egnu sál skal svørð fara ígjøgnum, – til tess at hjartans hugsan hjá mongum má gerast kunn” (Luk 2,35).

Maria fekk ikki eitt lív í glæstriborg, men við sínum móðurkærleika fylgdi og uppaldi hon son sín. Fyrst sum flóttafólk í Egyptalandi. Sum 12 ára gamlan í templinum, har hennara móðurhjarta óttast fyri, at sonur hennara er blivin burtur. Og tá hann so verður funnin, svarar: ”Hví leitaðu tit eftir mær? Vistu tit ikki, at eg eigi at vera í tí, sum faðirs míns er?” Hon kennir helst tað byrjandi pínuna; at muga traðka eitt fet aftur og geva sonin aftur til faðirin, haðani hann kom; og viðganga fyri sær sjálvari, at hann bert er ein gestur og fremmandur í barnaheiminum í Nasaret, har hann tók til í vísdómi, aldri og yndi hjá Gudi og monnum.

Sum mamma, við einum elskandi móðurhjarta, mátti Maria ígjøgnum lívsins harða skúla, men undir Guds lyftum frá einglinum: “Heil veri tú, sum náði hevur fingið! Harrin er við tær.” Maria er ikki bert í eini serstøðu í Guds frelsuætlan, men hon er og verður okkum ein serlig fyrimynd í trúgv, eyðmýkt, lýdni, kærleika og sóma.

Jesus vísti umsorgan og tað sama skulu vit

Sjálvt í hesi seinastu og ræðuligu pínu síggja vit Jesu kærleika og umsorgan, hvørs hjarta er fylt av góðsku. Hann vil geva Mariu ein son í sín stað, og hann gevur henni tann lærusveinin, sum hann elskar. “Kvinna, har er sonur tín”. Og við Jóhannes sigur hann: ”Sí, har er móðir tín”. Líkasum hann hevði elskað sínar egnu, soleiðis elskaði hann teir líka til enda. Og tað er henda sama kærleika, Jesus vil úthella í hjørtu okkara.

LES EISINI  Hjálp øðrum við at vitja tey

“Verðið tí eftirfylgjarar Guds eins og elskað børn, og livið í kærleika, líkasum eisini Kristus elskaði okkum og gav seg sjálvan fyri okkum til eina gávu og eitt offur, Gudi til yndis anga” (Ef 5,2).

“Vit elska, tí at hann elskaði okkum fyrst”. Hava vit ikki sjálv merkt kærleika, ella hava vit ikki sjálv fingið umsorgan, er tað ógjørligt at geva hetta víðari til onnur.

Og júst her er tað, at Jesus so inniliga vil koma okkum til hjálpar, við at geva okkum allan tann førning og gávur, sum vit hava brúk fyri til tænastuna at geva umsorgan.

“Eins og menniskjusonurin ikki er komin at verða tænaður, men at tæna og geva lív sítt sum loysigjald fyri mong.” Hann møtir okkum við tí, sum okkum tørvar allarmest, nevniliga fyrigeving fyri syndir okkara, vón um tað æviga lívið og førleika og førning til tænastuna.

Henda raðfylgjan er neyðug, tá vit tosa um umsorgan í og út frá meinigheitini. Bøn, forbønir og samskifti eru lyklaorð, sum vit øll hava fyri neyðini. Og vit standa øll á somu grund sum fyrigivnir syndarar og tóm íløt, við kallinum um at fara út í tænastuna. “Tí at vit eru verk hansara, skapaðir í Kristi Jesusi til góðar gerningar, sum Gud frammanundan hevur skipað fyri, at vit skuldu leggja okkum eina við teimum” (Ef 2,10).

Brúka okkara gávur

Og byrjast skal frá Jerusalem, í okkara egnu heimum, bygd, landi, ja, heilt út til ytstu endamark jarðarinnar. Uppgávurnar og náðigávurnar eru ymiskliga býttar, sum vit lesa so væl í brævinum til Korint, har náðigávurnar verða samanbornar við likamið og allar limir tess. Allir hava týdning hvør á sín hátt, men alt tað, sum Harrin vil hava frá okkum, kemur hann sjálvur og gevur okkum. Okkara lýdni gevur honum møguleika at náa menniskjum.

Umsorgan er at liva í Guds kærleika, har Andin letur eygu og oyru okkara upp fyri næsta okkara.

Ein trúgv, sum sær Guds nærveru í tí mest gerandisliga og merkir menniskjað í sínum sárbæri. Tað kann vera at vitja ein sjúkan, ein, sum hevur mist ein av sínum kæru, ein, sum kennir seg einsamallan, ein fremmandan, ella ein, sum hevur møtt lívsins brotasjógvum.

LES EISINI  Nei, eg kann tíverri ikki hjálpa tær...

Sjálv kenna vit til nógvar avmarkingar í okkum sjálvum og halda okkum aftur við nógvum og ymiskum umberingum, tá Gud áminnir; tí tað kostar. Tað kostar okkara tíð, sum vit øll hava ov lítið av nú á døgum. Tað kostar, at vit steðga á, kanska baka nakrar smákakur ella bollar at hava við. Tíð til at lurta. Okkara stoltleika, um vit ikki kenna okkum vælkomnan (sum tó sjáldan hendir). Dirvi til at spyrja, um vit kunnu biðja eina bøn.

Tað ringasta er at venda tað blinda eygað og tað deyva oyrað til, um vit møta einum, sum hevur tað svárt. Vit eru kanska bangin fyri ikki at vita, hvat vit skulu siga, men tað er ikki altíð, at orð skulu til. Tak í hondina, eitt lítið klemm, ein staðfesting av, at eg síggi teg, havi samkenslu við tær og standi saman við tær. Tá er tað oftast viðkomandi sjálv ella sjálvur, sum letur seg upp og vil tosa.

Tað er so nógv einsemi, hjúnaskilnaðir, svik og sárbæri í okkara samfelagi. Og tað er syrgiligt at hoyra fólk sita særd, sum siga, at tað kom ongin frá kirkjuni ella missiónshúsinum á vitjan. Ja, enntá inni í sjálvari meinigheitini kann pínan níva og síggjast uttaná, uttan at nakar varnast.

LES EISINI  Far tú og ger so við!

Til Korintmenn ljóðar: “Og líður ein limur, tá líða allir limirnir við, og verður ein limur heiðraður, tá gleðast allir limirnir við”. Hetta er eitt heilsutjekk, ið vit sum persónar og meinigheitir eiga at taka við millumbilum.

Góður angi

Mahatma Gandhi fekk einaferð vitjan av nøkrum kristnum trúboðarum. Teir vildu vita, hvat teir skuldu gera, fyri at indarar betur skuldu skilja boðskapin um Jesus. “Hugsa um loyndardómin við rósuni”, segði Gandhi. “Hon ger onki, men hon gevur ein góðan anga, tí elska vit hana. So mínir harrar: Góður angi”. Bíblian hevur eina líknandi samanbering í Seinna korintbrævi 2,15: “Tí at vit eru Krists góði angi fyri Gudi millum teirra, sum verða frelst, og millum teirra, sum glatast, teimum ein angi av deyða til deyða, men hinum ein angi av lívi til lívs.”

Krists kærleiki er sum hin góði angin. Hann dregur. Hann er ikki bara orð, men hann er virkin.

Tín atferð er tín vitnisburður.

Jesus sigur sjálvur: “Á tí skulu allir kenna, at tit eru lærusveinar mínir, um tit hava kærleika hvør til annan”.

Vit eru sendiboð í Krists stað, og hvat hevði Jesus gjørt? Hann hevði nógvar ymiskar innfalsvinklar til menniskju. Teimum veiku og falnu gav hann uppreisn, meðan hann tosaði harðliga við tey hástóru. Í øllum førum tænti hann menniskjum, fyri at leiða tey aftur á beint og aftur til Guds.

Bøn:

Harri Jesus, tú meg hevur kallað, til at stíga í títt fótaspor,

so at eg kann vitna fyri øðrum, um tann veg, sum førir heim til tín.

Hjálp tú mær í eyðmýkt fram at ganga, so títt navn í mær kann framgongd fá.

Hjálp mær liva lívið tær til æru og í tínum sporum vegin gá.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina