Umhugsni

Kristian Martin Petersen

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

“Minst til at biðja fyri teimum, sum ongin biður fyri” er ein strofa í yrking eftir Páll Isholm. Maria á Lakjuni syngur sangin við lagi, sum Eyðun á Lakjuni hevur gjørt.

Setningurin bleiv hangandi, fyrstu ferð eg hoyrdi sangin. Hvørji eru hesi, sum ongin biður fyri? Eg fái at vita viðhvørt, at eg eri við í bønunum hjá fólki, sum eru góð við meg. Onnur eru eisini við í mínum bønum – men hvørjum biður ongin fyri?

Man okkara egoisma og materialisma síggja mest av tí, sum gagnar okkum, og minni av tí, sum ikki gagnar okkum í stundini?

Í Orðtøkunum 2,11 lesa vit, at “umhugsan man vaka yvir tær, skynsemi man varðveita teg”. Er hugsandi, at vit í berari vælferð hasta framvið tí, sum ongin biður fyri ella rættir eina hjálpandi hond?

Fyri nøkrum árum síðani eygleiddi eg nøkur lið í frælsum ítrótti fyri børn – hetta var ein kapping, og onkursvegna var bert ein luttakari á tí eina liðnum, ongin venjari og ongi hjálparfólk frá hesum felagnum møttu til kappingina. Hesin eini luttakarin var tí uttanfyri stóra hópin, sum bæði skuldi marchera, til myndatøku og fáa heiður og æru. Venjarin hjá einum øðrum liði úr aðrari bygd tók hendan eina luttakran undir sína verju, setti barnið millum sínar luttakarar, og ongin var longur uttanfyri. Havi tilvitað fylgt hesum barninum, sum eftir hesa kapping skifti felag. Barnið trýnir nú inn í ungdómsárini og er úttikið til úrvalsliðið fyri sín aldur, bruttuhópurin til landsliðið, kalla tey tað.

LES EISINI  Hví fórst tú frá mær?

Júst hendan løtan, sum bert vardi eitt eygablikk, var munurin millum at kenna seg væl ella ikki. “Minst til at hugsa um tey einsamøllu”, kundu vit eisini sungið.

Tað er ikki av ongum, at Jesus segði: “Latið smábørnini koma til mín”. Nøkur av hansara nærmastu hildu mest um seg sjálvi, lítið um hini – og als onki um børnini. Tí mátti hann vegleiða so týðiliga, at hann breyt við normarnar og valdi sær tey einsamøllu, sjúku, børnini – ella okkum fram um tey, sum hildu seg vera so mikið væl bjargað, at tey av berum eginkærleika væntaðu, at Jesusi tørvaði tey.

Paulus minnir okkum á, at tað var hansara hjartans ynski og bøn til Guðs, at tey, sum hoyrdu orðið um Jesus, skuldi blíva frelst. Hetta var í hesum føri skrivað um jødarnar, men er galdandi fyri øll heimsins fólk, hugsi eg. Hetta eiga vit at hava í huga, tá vit hugsa andligt, at heimsins borgarar mega verða frelstir.

LES EISINI  Umsorgan - við støði í seinastu heilsan Jesusar til mammu sína og lærusveinin, hann elskaði

Vit eru øll í vanda fyri at spæla størri enn vit eru. Tað fangar ikki tey, sum ongin biður fyri. Latið okkum tora at vera tann, sum sær tey og biður fyri teimum, sum ongin biður fyri.

KMP

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina