Ung og rúsdrekka: Foreldur eru týdningarmiklasti liðurin í fyribyrging

Tá tað kemur til at fyribyrgja rúsmisnýtslu, hava foreldur ein sera týdningarmiklan leiklut. Heimasíðan www.livlivid.fo/foreldur er eitt stað, har foreldur kunnu ogna sær vitan og fáa ráð um, hvat er best at gera.

Fyrr í ár setti SSP-samstarvið saman við Fólkaheilsuráðnum, Rúsdrekkasøluni og føroysku bryggjaríunum fokus á leiklutin hjá foreldrum í rúsnýtsluni hjá tí unga. Hetta varð gjørt við einum lýsingarátaki, ið spurdi foreldur, um tey keyptu rúsdrekka fyri børnini – hóast tey vóru undir 18 ár.

Hetta átakið skapti nógv kjak í samfelagnum. Serliga sást hetta aftur á Facebook, har ‘Góðan morgun Føroyar’ spurdi fólk um teirra meining og síðani tók evnið upp í eini sending, har tey fingu tvey foreldur at kjakast um, hvat var best. Hetta kjakið hevur víst, at hetta er eitt evni, ið fangar áhugan hjá fólki, og at fólk eru ósamd um, hvat er best.

Nógv foreldur vita ikki heilt, hvat er best at gera, men hyggja vit eftir kanningum innan økið, vísur gransking, at besta rúsdrekka- og rúsevnisfyribyrgingin hjá ungum eru foreldrini. At foreldrini hava greiðar reglur, tora at tosa um evnið og tora at siga nei, kann verja ungdómin frá at koma út í keðiligar støður orsakað av rúsi og kann verja ungdómin ímóti at gerast bundin at rúsevnum/-drekka, sigur Lív Justinussen, sálarfrøðingur á fyribyrgingardeildini hjá Bláa Krossi Føroya.

“Tað hevur alstóran týdning, at foreldur taka prátið upp við børn síni og brúka ta ávirkanina, tey hava, til at fáa tey ungu at bíða sum longst við at taka fyrsta smakkin – og annars at drekka sum minst. Eru ivamál, so er týdningarmikið, at man spyr um ráð hjá fólkum við servitan innan økið, eitt nú hjá Bláa krossi ella SSP”.

Fyri at gera tað einfalt og lætt fyri foreldur, hevur Blái Krossur Føroya savnað gransking og góð ráð á einum staði. www.livlivid.fo/foreldur er ein heimasíða til foreldur og onnur, ið eru um ungdómar.

LES EISINI  COVID-19: Vit mugu ansa væl eftir útsettum børnum og ungum hesa tíðina.

“Vit vilja við hesi heimasíðuni skapa eitt stað, har foreldur kunnu spyrja um ráð, lesa hvat gransking innan økið mælir til, fáa ráð um, hvussu man tosar við ung um rúsevnir og rúsdrekka, og fáa kunning um vandarnar av rúsi frá fólki, ið arbeiða innan økið”, sigur Lív at enda.

 

Keldur:

Nordisk Rusmiddel Seminar 2018

Kringvarp Føroya – Góðan morgun Føroya

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina